Lesarabrøv

Sjálvandi átti Cannabis at verið resept heilivágur

Mín meining er, at vit í Fólkaflokkurin skuldi tikið máli upp og gjørt Cannabis til resept heilivág, so tey sum høvdu brúk fyri Cannabis sum heilivág fingu tað. Gott kempa Gunnvá og góðan betring.

Her ein grein Gunnvá Tróndardóttir Joensen skrivaði á Facebook tann 27. juni, les herundri:

Í málinum um sjokulátu viđ cannabis í, fekk eg ikki bót men ávaring, men bleiv dømd at gjalda sakarmálskostnađin. Hendan upphædd er fleiri ferđir tađ, um eg bara hevđi tikiđ viđ ákæruni og kent meg sekan í at skula hava roynt at innflyta hash. Prinsippir kosta pengar. Í kjalarvørrinum av sakarmálinum og at eg fekk at vita at eg skuldi gjalda kostnađin, gjørdi Herluf Gudmundarson eitt átak har hann eggjađi fólki at vísa mær stuđul viđ at geva eitt ískoyti til at rinda sakarmálskostnađin. Peningur kom inn til nakađ omanfyri helvtina av kostnađinum. Tøkk til tykkum iđ fluttu mær pening. Tit vita hvørji tit eru, eisini fólk iđ eg slett ikki kenni persónliga. Tađ er rørandi. Stóra tøkk. Eitt nýtt hugtak kom í kjalavørrinum av dóminum eg fekk viđ ávaring. Fólk hava ynskt mær “til lukku viđ dóminum.” Takk fyri tađ. Hetta hevur flutt nøkur ting, men als ikki nóg mikiđ. Eg føli hetta ikki sum nakran sigur. Eg føli sum tey, skipanin, sluppu at geva mær eitt ordiligt smekk á fingrarnar viđ at seta meg á pínubonkin í langa tíđ. Og omaná at geva mær sakarmálskostnađin sum er nógv meir enn um tey høvdu bara valt at giviđ mær eina bót, iđ svarar til evarsku lítlu mongdina av THC’i, iđ var í sjokulátuni. Tađ góđa, iđ er komiđ burturúr skal tó ikki forsmáast. Øgiliga nógv iđ stríđast viđ sjúku ella eru avvarandi, hava víst áhuga og moralskan stuđul og føla at tađ er onkur iđ skilur teirra støđu og vildi taka dystin upp. Dysturin er ikki liđugur, hann er júst byrjađur. Viđ tađ at uppskoti hjá Jenis Kristjan Av Rana um at Føroyar skulu viđ í donsku royndarætlanina viđ cannabis sum heilivági fall til 2. viđgerđ í Tinginum føli eg sum at vit eru sum sligin heim í ludo. Tilbage til start. Aftur har fingu vit smekk á fingrarnar. Hetta er alt serliga skuffandi eftir at hava veriđ til hoyringar í Trivnađarnevndini saman viđ Maria Bjørgheim og har tey flestu ljóđađu sera positiv og brúktu orđingar sum at uppskotiđ fer at “flúgva ígjøgnum.” M.a. Sonja J. Jógvansdóttir og Kaj Leo Holm Johannesen sum so fitt hugdu inn eyguni á okkum og tóku í hondina og ynsktu okkum alt tađ besta. Tóm orđ og vamlisligt politiskt spæl. Nei, tit ynskja okkum sjúku ikki alt tađ besta tá tit fella eitt uppskot iđ kundi giviđ okkum eitt betri lív. Niđurstøđan hjá meirilutanum í Trivnađarnevndini var, at onki skal broytast tí føroyskir sjúklingar hava nóg góđa atgongd til cannabis heilivág sum er. Eg var stutt eftir at uppskotiđ fall, hjá donskum neurologi, virdum serfrøđingi innan sklerosu, iđ royndi at útskriva mær eitt slag av heilivági viđ cannabisi í. Svariđ frá neurologiska ambulatorium, iđ kom eftir at eg rykti eftir svari langa tíđ aftaná viđtaluna, tí eg hoyrdi onki aftur var, at apotekarin sigur, at eg kann ikki fáa hendan heilivágin tí Føroyar eru ikki viđ í donsku royndarætlanini. Svariđ havi eg svart upp á hvítt. So, tit iđ halda at onki skal broytast: Til lukku viđ at tit eru frísk og ikki tørva hjálp frá hægri myndugleika iđ setur avmarkingar fyri tykkum. Eg rokni ikki viđ at nakar tit eru góđ viđ eru í somu støđu sum eg og mong onnur viđ mær, tí so høvdu tit ikki handlađ sum tit hava gjørt. Eg vil tó eisini við hesum takka tykkum, ið atkvøddu fyri. Neurologurin segđi viđ meg, at læknarnir vildu fegnir kunna gjørt meir enn teir kunna. Hann segđi, at teir føldu sum at alt bleiv gjørt so trupult, og at teir blivu niđurbundnir av væntandi heimildum. Okkurt til tykkum, iđ hava vald, at hugsa um. Eg havi veriđ gjøgnum rættarskipanina fyri tađ eg gjørdi. Bílegđi mær sjokulátu viď cannabis í sum linna fyri sklerosu. Vøruna fekk eg ongantíđ. Havi sitiđ frammanfyri dómara og ákæra – 2 ferđir – í sama stóli sum tey, iđ hava gjørt verulig brotsverk hava sitiđ í. Í međan eg sat har, fekk eina sovorđna ófrættakenslu og kom at hugsa um, at hetta er sami stólur iđ fólk iđ hava gjørt seg inn á børn og valdstikiđ kvinnur, hava sitiđ í – eg kendi meg skitan at vera har. Aftur til sakarmálskostnađin: Eg havi goldiđ kejsarans tađ, iđ kejsarans er. Tađ er mín barnalærdómur, tađ hava eg altíđ gjørt og fari at gera framyvir. Hetta er kanska ein eitt sindur negativari lesnađur enn eg vanliga komiđ viđ, men tađ sum eg havi skrivađ, havi eg skrivađ – og standi eg viđ hvørt orđ. Gunnvá 27/6-18.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *