Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen vann sannførandi 200 metur rygg og setti Oyggjaleikamet

Signhild Joensen hevur júst vunnið 200 metur rygg við tíðini 2:11.24 á Oyggjaleikunum á Gibraltar og setti eisini nýtt Oyggjaleikamet. Tað var ikki hennara besta tíð, men tað gerð einki, tí á Oyggjaleikinum geldur tað um at vinna gull og tað gjørdi hon sannførandi.

Nummar tvey gjørdist Gemm Atherley frá Jersey við 2:13.77 og nummar trý gjørdist Tatiana Tostevin frá Guernsey við tíðini 2:18.09.

Stórt tillukku Signhild Joensen.

Her filmsklipp frá KVF, klikk her “Video: Gull til Signhild Joensen í 200 metur rygg”

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *