Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Signhild Joensen úr Ægir í uppskoti til ársins ítróttanavn 2018

Tað eru fýra nøvn. sum eru innstillaði til ársins ítróttarnavn 2018 og tey eru Signhild Joensen, svimjing, Torkil Veyhe, súkkling, Hávard Vatnhamar, paratriatlon og Vípan (Støkk) estetiskur fimleikur.

Innstillingarnar hava hesar grundgevingar:

Signhild Joensen:
– Fyri á EM í Glasgow í august 2018 at vera einans 38 hundraðpartar, ella éina plasering, frá hálvfinaluni í 200 metra ryggsvimjing

– Fyri sítt silvurheiðursmerki í 200 rygg á 8 Trofeo Citta di Milano í mars 2018

– Fyri sítt bronsuheiðursmerki í 200 rygg á 27e Meeting International de Saint-Dizier í oktober 2018

– Fyri síni 2 gull og 1 silvur í 50, 100 og 200 rygg í opnu kappingini á Bergen Swim Festival í apríl 2018

– Signhild svam seg í 2017 við 2:14.01 í 200 rygg undir B-kravtíðina hjá FINA á 2:14.30 til OL 2020 í Tokyo, og prógvaði aftur í 2018 at hon er ein hin frægasti kandidaturin hjá føroyingum til OL 2020, við 2:14.99 á Bergen Swim Festival 2018.

Torkil Veyhe:
– Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen.

– Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise.

– Í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed

Vípan:
– Estetiska unglingaliðið Vípan hjá Støkk megnaði í 2018 at gera seg galdandi á altjóða pallinum, tá tær gjørdust nr. 10 til HM í Estetiskum fimleiki, sum varð hildið í Budapest.

At gerast millum 10 tey bestu unglingaliðini í heiminum er ikki komið av sær sjálvum, tí hetta liðið hevur vant sera hart og miðvist saman síðani 2013, soleiðis at tær kunnu kappast við tey bestu úti í heimi.

– Estetiski fimleikurin kom á fyrsta sinni til Føroyar fyri knapt 15 árum síðani, og tað er at frøðast um, at vit nú eru komin hartil, at vit kunnu bjóða heimselituni av.

Hávard Vatnhamar:
– Hávard Vatnhamar hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst fram ímóti einum paratriatlon startplássi á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020

– Hávard er seinasta árið klatraður uppá 16. pláss á heimsrankinglistanum fyri Paratriatlon íðkarar, eina løtu í 2018 var hann á 15. plássi.

– Besta úrslit hansara í 2018 var gerast nr. 2 í world cup kapping í Magog i Kanada, men Hávard var eisini nr. 1 í Fyn Duatlon world championships, og nr 2 í FM í triatlon (ikki paratriatlon).

– Hávard er ein stór fyrimynd fyri føroyska paraítrótt, bæði við sínum kappingarvilja og sínari jaligu og professionellu tilgongd til ítróttin.

Her tíðindaskriv frá Ítróttarsamband Føroya:
Fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16.00 skipar ÍSF fyri tiltaki í Smæruni at avdúka Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen. Endamálið er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.

Saman við heiðurskjali fáa hesi eisini eina peningaupphædd afturfyri síni avrik:

Atlantic Airways stuðlar Ársins ÍtróttaNAVN 2018 við kr. 10.000

Tórshavnar kommuna stuðlar Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 við kr. 10.000

Klaksvíkar kommuna stuðlar viðkomandi, sum fær heiðursskjal Poul E. Petersen’s við kr. 10.000

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin. Les meira her: https://isf.fo/isf-heidrar-itrottinum/

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *