Ítrottur Lokal tíðindi

Signhild Joensen silvur og Føroyskt met í 100 metur rygg í Norra

Signhild Joensen frá Ægir svam seinnapartin sín allerbesta 100 metur ryggsvimjing nakrantíð í langabana, har hon í Bergen Swim Festival 2018 gjørdi stórt Føroyskt met við tíðini 1:03.01. Hon átti sjálv gamla metið, sum hon settið fyri einari viku síðani, nevnliga tann 7. apríl í Páls høl í Vágil við tíðini 1:03.34.

Vinnari gjørdist Ingeborg Vassbakk Løyning frá Norra og tað var júst henni Signhild vann á ígjár í 50 metur ryggsvimjing. Tíðin hjá Ingeborg var 1:02.07 og tað rakk til Nordisk Junior Rekord.

Flott svomu av teimum báðum og stórt tillukku við Føroyska metinum Signhild Joensen.

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *