Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir svam eina kanón tíð og settið føroyskt met á EM 2018 í Glasgow í morgun.

Signhild Joensen hevði ein tilmeldingar tíð uppá 29.96 og svam seg inn við kanón tíðini 29.54, sum er føroyskt met. Gamla metið átti hon sjálv og tað var 29.59, so tað var beint undir gamla metið, sum hon settið tann 4 apríl 2017 í Danish Open.

Signhild hevði ikki so góða byrjan, men svam sera væl upp og hevði ein sera góðan endaspurt, har hon gjørdist nummar tvey í hennara riðli, men Kalia Antoniou frá Cypern, sum gjørdist 0.04 sekund frammnafyri Signhild bleiv kolldømd og tískil vann Signhild riðilin.

Signhild var nummar 43 í Europa, men eftir kappingina í morgun, so liggur hon nummar 31 í Europa.

Vinnarin í morgun gjørdist Georgia Davies frá Stóra Bretlandi, við tíðini 27.21, sum eisini er nýtt evropiskt met. Hon er 10 ár eldri enn Signhild. Taka vit allar hinar 31 kvinnurnar sum vóru frammanfyri Signhild, so er Signhild næstyngst, bara Anastasiia Avdeeva frá Rúslandi er yngri enn Signhild, hon er fødd 08. october 2001, Signhild er fødd 14 november 2000 og Victoria Bierre frá Danmark er triðyngst, hon er fødd 23 august 2000, so tað sigur nakað um styrkjuna hjá Signhild.

Sera flott svomu og nú gleða vit okkum longu til 100 metur rygg og 200 metur rygg.

Stórt tillukku frá okkum øllum í Ægir og Klaksvík.

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *