Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir Norðurlendskur meistari í 100 metur ryggsvimjing

Signhild Joensen frá, Ægir drottningin innan svimjing í Føroyum vann fyrsta gullmerkið til Føroyar á NM 2019 í Tórshavn, tá ið hon í finaluni vann trygt 100 metur ryggsvimjingina á stuttgeil.

Hon kom inn við 1:01.21 heili  1.99 sekund frammanfyri Julia Stenhård frá Svøríki og nummar trý gjørdist Kertu Kaare frá Estonia.

Eitt sera flott gullheiðursmerkið til Føroyar og stórt tillukku Signhild Joensen og sjálvandi eitt stórt tillukku til venjaran Jaime Arro eisini.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *