Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir hevði 1:03.30 í 100 rygg á EM 2018 í Glasgow

Signhild svam ein góðan 100 metur rygg í morgun, men hon megnaði ikki at sláa sítt gamla føroyska met, sum er 1:03.01. Hon hevði ein keðiligan bana, uttast til vinstru, men hon royndi sítt besta og var 0.29 sekund frá sínum metið.

Næsta kappingin hjá Signhild verður mikumorgunin kl. 09.00 og tá verður tað hennara síðstu kapping á EM 2018 í Glasgow á hesum sinni og tað verður í 200 metur ryggsvimjing, sum eisini er hennara besta svimjigrein.

Vit ynskja Signhild góða eydnu.

SáH

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *