Bráðtíðindi Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir besti kvinnuligu svimjarin i Føroyum

Signhild Joensen staðfesti enn einaferð, at hon er klárt besti svimjarin í Føroyum og hevur hægsta FINA stig av øllum kvinnuligu svimjarum í Føroyum, heili 764 stig fyri 200 metur ryggsvimjing.

Signhild Joensen hevur eisini klára kravtíðina til HM og er sostatt sjálvsagt úttikin til Heimsmeistaraskapið í Kina og at blíva úttikin til HM er eitt tað størsta ein svimjari kann uppnáa.

Stórt tillukku Signhild við steypinum og úttøkuni og sjálvandi eisini tillukku til venjaran Jaime Arro.

Myndina hevur Oddbjørg Askham Sigurðsson tikið.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.