Ítrottur

Signhild Joensen føroyskt met í 100 metur rygg við tíðini 1:03.04 í SuSvim í morgun

Signhild Joensen úr Ægir slóð fyri løtu síðani føroyska metið í 100 metur rygg á langbana í suðri við tíðini 1:03.04.

Tíðin er so góð, at hon er eisini niðanfyri kravtíðina til EM.

Fantastiska flott Signhild Joensen. Enn einaferð staðfestur tú, at tú er besti kvinnuligu svimjarin í Føroyum.

Nummar tvey gjørdist Maria Bjarnastein Antoft úr Havnar Svimjifelag og hon kom á mál 9 sekund aftaná Signhild, so her kann staðfestast, at Signhild er so klárt best í 100 metur ryggsvimjing í Føroyum, sjá tíðirnar herundir.

​SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *