Heilsuverkið Tíðindi

Síðsti arbeiðsdagur hjá Magnus lækna

Í dag er seinastu arbeiðsdagurin hjá Magnus Magnussen, kommunulækna í Klaksvík og eftir sum hann er mín lækni, tók eg myndatólið við og tók nakrar myndir.

Spurdi hann, hvat hann nú fór at gera? segði hann, at nú trongdi hann til at sleppa burtur sum Kommunulækni og taka sær av løttum. Hetta er ein gleðisdagur og eg havi glett meg til hendan dagin.

Eg bleiv hansara seinasti sjúklingur, sum fekk viðgerð frá honum, tað var at lata meg koppseta fyri influensu.

Ikki var nógv gjørt burtur úr, nú Magnus Magnussen gavst. Klokkan var eitt sindur yvir eitt, tá ið eg kom inn í Læknamiðstøðini og fann eg øll starvsfólkini inni í kaffistovuni, har  tey hugnaði sær við kaffi og rundstykkum, winerbreyði og okkurt sunnum. Tað var tað heila og 20. min. gingu, so vóru øll aftur til arbeiðis.

Eg vil takka Magnus Magnussun fyri sera góða tænastu, øll hesi árini, hann hevur  verið mín lækni. Betur lækna fær man ikki.

Símun á Høvdanum

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.