Bráðtíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Tónleikur

SF 2019: Moirae ger comeback á summarfestivalinum 2019

🌺⭐️ MOIRAE GER COMEBACK ⭐️💙
Rockbólkurin Moirae fer nú at savnast aftur til eina serstaka framførslu í summar. Rockbólkurin, sum hevði sína stórtíð seinna partin av níti árunum, verður við á ársins Summar Festivali.😎⭐️✌️

Moirae gjørdi fyrstu ferð veruliga var við seg í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1995, sum teir vunnu. Árið eftir góvu teir fløgu út og fingu fleiri hitt, og tvey ár seinni kom enn ein útgáva frá bólkinum. Millum kendastu sangirnar hjá bólkinum eru »Eg flýggi til tónleikin«, »Tú« og »Hvussu kann eg vita?«.🌺⭐️

Moirae spældi sera nógv live. Ofta var pallurin í ítróttarhøllunum – á Kambsdali, í Havn og aðrastaðni – og kvøld eftir kvøld flokkaðust fólk til teirra framførslur. Nú eru nógv ár liðin, síðani Moirae spældi seinast, og síðani teir góvust, eru festivalarnir komnir. Tað verður tí eitt heilt serstakt høvi, fólk fáa at uppliva bólkin aftur, tá ið hann spælir á landsins størsta tónleikafestivali í august.👍👏😀

Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, og saman við honum spæla tónleikararnir Hjalti Joensen, Mikkjal Joensen, Kim Hansen og Kaj Johannesen. Teir vera allir við til framførsluna á Summar Festivalinum

*** VIKUSKIFTISPASS ***
Keyp vikuskiftispass í seinasta lagi á midnátt fríggjakvøldið 17/5 – og spar pengar! Keyp her: https://sf.atgongumerki.fo/webshop/event/777354/order/main

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *