Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður – KÍ fær betri umstøður

12. juli hevur borgarstjórin undirskrivað sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin við Djúpumýru. Verkætlanin er býtt í tvey byggistig, har fyrsta byggistig er at byggja skýlið við tilhoyrandi sitiplássum, sum verða knøpp 300 í tali.

Annað byggistig er at innrætta kjallaran, ið skal hýsa tveimum stórum umklæðingardeildum, dopingrúmi, dómararúmi, eini sonevndari mix-zone og ymiskum skrivstovum til eitt nú ungdómsfótbólt og annað – alt gjørt í samsvari við ásetingar, sum UEFA krevur.

– Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd, men somikið størri er gleðin, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.

– Hetta fer at lyfta fótbóltsumstøðurnar í okkara kommunu á eitt nógv hægri støði og er viðvirkandi til, at vit náa okkara málsetningi um at spæla europeiskan fótbólt við Djúpumýru í framtíðini, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan fer Norðhús í gongd við byggingina fyrst í september, og er kostnaðurin fyri fyrsta byggistig settur til 11,6 mió. kr.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *