Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Samráðingar um nýggjan sáttmála slitnaðar

Semingsstovnurin verður innkallaður.

Tað hava verið 7 samráðingarfundir millum Lønardeildina og Føroya Skipara og Navigatørfelag um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna & Magnus Heinason Undir samráðingunum hevur FSN lagt dent á at fáa eina semju við Lønardeildina um ein nýggjan sáttmála, men tað hevur so ikki eydnast okkum.

Sjeyndi og seinasti samráðingarfundurin var týsdagin 23. oktober. Áðrenn samráðingarnar slitnaðu eydnaðist okkum at fáa eina semju um t.d. dokking, dagførdar ásetingar um barsil og so var eisini semja um, at broyta bygnaðin í lønartalvunum. Hesi viðurskifti vóru ikki trupul at fáa semju um.

Vegna

Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð

Formaður

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.