LØGTINGIд19 Politikkur

Samhald hevur víst mær tað álit aftur hesa ferð at stilla meg upp til Løgtingsvalið

Tað geri eg við gleði, og eri sera spent upp á tíðina sum er fyri framman.

Her eru nøkur av mínum mongu hjartamálum
– Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførar karmar at virka undir
– Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum
– Bestur karmar innan serøkini, íroknað bústaðarmøguleikar
– Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar
– Útnytta grøna orku har møguleiki er fyri tí.
– Bestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni.
– Viðgerðartrygd til allar føroyingar
– CPR-nr, sum ger tað lættari at virka í øllum ríkisfelagsskapinum, t.d. í útbúgvingar- og sjúkraørindum
– Fiskivinnuskipanin má endurskoðast. Uppboðssøla av fiskirættindum kann ikki brúkast
– Tryggan búskap – prístalsregulering av ríksiveitingini, størri játtan til vælferðartænastur
– Góðar karmar til felagsskapir, t.d. Kris, Provita, Herbergið og aðrar, so teir hava enn betri møguleika at virka til stórt gagn fyri tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp og teirra familjur

Eg brenni fyri at gera mun politiskt og um eg fái møguleikan, vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik á kristiligum mentanarstøði.

Edva Jacobsen, valevni til Løgtingi fyri Sambandsflokkin

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *