Fiskivinna Tíðindi Vinna

Ruðuleikakend fiskivinnuumsiting!

Í vikuni komu boð frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at fráboðaða uppboðssølan av norðhavssild mikudagin og av makreli um eina viku skulu bíða, til politiska útlutanin av “vinar- og kenningarkvotunum” er avgreidd.

Ótryggleikin í føroysku fiskivinnuni veksur fyri hvønn dag.

Fyrr vistu feløgini við ársbyrjan, hvussu nógv tey høvdu at fiska og kundu leggja árið til rættis eftir tí. Tá kundu feløgini gera avtalur og skipa fiskiskapin og framleiðsluna soleiðis, at sum mest fekst fyri hvørt kilo. Hetta ber ikki til longur. Nú uppboðssølurnar eru útsettar til 14. og 16. august, eru 2/3 farnir av árinum, áðrenn vinnan veit, hvørjar kvotur tey hava at fiska.

Avlýsingin av uppboðssølunum mikudagin og 27. juni vísur eisini, at Høgni Hoydal longu hevur avgjørt, hvør skal hava “vinar- og kenningarkvoturnar”. Hetta framgongur tíðiliga av boðunum úr Fiskimálaráðnum.

Ongin av grundgevingunum fyri uppboðssøluni heldur. Heldur ikki útsøgnin um at øll skulu fá atgongd til “fólksins ogn” og “nýggir aktørar” skulu sleppa framat.
Ætlanin er, at “vinar- og kenningarkvoturnar” skulu broyta hetta. Teir “nýggju aktørarnir”, sum longu eru politiskt útvaldir, skulu fáa stundir til at umráða seg, so teir kunnu luttaka á útsettu uppboðssølunum.

Vit hava ongantíð fyrr sæð so ruðuleikakenda og tilvildarliga umsiting, sum tann Høgni Hoydal, landsstýrismaður, stendur fyri.

Føroyska fiskivinnan, sum hevur staðið fyri menningini av samfelagnum, hevur ikki uppiborið slíkt.

Neyðugt er at gera nýggja lóggávu, har ongar ásetingar eru um uppboðssølu, so fiskivinnan aftur kann fáa rímiligar arbeiðsumstøður og gera neyðugu íløgurnar, sum framtíðartryggja vinnuna og føroyska samfelagið.

Jacob Vestergaard

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *