Politikkur

Rokningin var 11.500.000,00 kr., man hon ikki vera komin uppá 15.000.000,00 kr. nú?

Hendan greinin stóð í Norðoya Portalinum tann 29.01.2015, har Kári P. Højgaard spyr løgmann um nevndarlønir og nevndarsessir, men enn er einki hent, men heldur tvøturímóti, eg rokni við, at nevndarnassarnir eru nú komnir uppá 15. milliónir krónir um árið.

145 almennar nevndir, 743 nevndarsessir

Árligu føstu samsýningarnar eru kr. 11.500.000,00 til nevndarlimir og formenn, og Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin ynskir svar uppá hvussu hesi viðurskiftini verða umskipaði, eins og løgmaður fyrr hevur fráboðað.

Løgmaður hevur fyrr tala fyri at minka talið av almennum nevndum og ráðum, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil nú hava løgmann at svara hvussu støðan nú er.

Menn strúka avstað
Í 2013 setti løgmanskrivstovan eitt arbeiði í gongd, fyri at gera eitt fullfíggja yvirlit yvir upplýsingar um nevndir og ráð, ið landsstýrið varðar av.

Dagførda álitið staðfestir, at samsýningar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í almennum nevndum. Eisini eru nógv fleiri menn enn kvinnur, ið manna almennu nevndirnar.

Í síni fráboðan segði løgmaður tá, at landsstýrið fer at kanna, hvussu nevndarøki kann umskipast, fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstri.

Eru nakrar broytingar gjørdar?
Nú eitt ár er farið afturum síðani løgmaður ætlaði at minka talið av almennum nevndum og ráðum, vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hava at vita, um talið av almennum nevndum og partafeløgunum er minkað?

Eisini vil løgtingsmaðurin hava at vita um landsstýrið hevur tikið nøkur stig fyri at bøta um ójavna kynsbýti i almennum nevndum, og um løgmaður heldur, at tað er í lagi, at stórur munur er á løn/samsýning í almennum partafeløgum/nevndum.

Blíðar heilsur,

Sjálvstýrisflokkurin

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *