Politikkur Tíðindi

Rógvi Egilstoft Nielsen tikið sætið á Tingi fyri fyrstu ferð

Rógvi Egilstoft Nielsen frá Fólkaflokkinum, hevur í dag tikið sætið fyri Brand Sandoy, ið er farin í farloyvið. Brandur umboðar í løtuni løgtingið á árliga ST aðalfundinum í New York.

Hetta er fyrstu ferð, at ungi sandavágsmaðurin tekur sætið í løgtinginum. Rógvi Egilsitoft fekk 227 atkvøður á løgtingsvalinum.

Hjartaliga vælkomin, Rógvi, og blíðan byr við løgtingsarbeiðinum🇫🇴🇫🇴

Kelda: Fólkaflokkurin

SáH

 

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *