Lokal tíðindi Tíðindi

Røðan Signhild V. Johannesen borgarstjóri helt til Team Rynkeby tann 28. juni

“Sælari er at geva enn at fáa”
Tá ið vit hvørt ár handa ársins rósu, verða hesi orðini tikin fram, tí tey standa ofta
graveraði í gávuni, sum ársins rósa fær.

Orðini stava úr Ápostlasøguni og snúgva seg um, hvussu vit eiga at arbeiða og taka okkum av teimum, sum eru verri fyri enn vit sjálvi.

Í dag raka tey beint í kjarnuna av tí, sum tykkara ferð til París snýr seg um.

Í nógvar mánaðar og fleiri kilometrar hava tit traðkað og sveittað føroysku vegirnar
upp og niður á gulu súkklunum.

Góðu súkklarar.

Tit hava longu givið so nógv.

Krónur, kilometrar og kaloriur í hópatali.

Men samstundis ivist eg ikki eina lítla løtu í, at tit eisini hava fingið nógv gott í
viðførið, sum tit nú taka við tykkum suður gjøgnum Evropa.

Tit hava vant og kempað fyri hesi ferðini saman, og tit eru sum luttakarar innlimaði í  ein heilt serligan felagsskap, sum vit onnur ikki kunnu kenna og skilja til fulnar.

Longu nú, áðrenn ferðin yvirhøvur er byrjað, er lætt hjá okkum øðrum at síggja
vinarbondini og samanhaldið, sum er knýtt ímillum tykkum “Rynkur”.

Tað mest fantastiska við Team Rynkeby er nevniliga, at tit sum luttakarar fáa
møguleika fyri at gera nakað gott fyri onnur við at gera nakað gott fyri tykkum sjálvi.

Endamálið, sum tit við ferð tykkara tæna, er so ómetaliga stórt og virðiligt, at vit
kunnu ikki gera tað upp í berum krónum og oyrum.

Tit veita stuðul og samstundis ganga tit undan og eru fyrimyndir, og tað mugu vit
ongantíð gloyma ella undirmeta. Fyrimyndir hava risastóran týdning fyri eitthvørt mannalív.

Í hesum HM-døgum eru heimsstjørnur at síggja í sjónvarpinum hvønn tann einasta dag, og kring allan heimin sita yngru ættarliðini við stjørnum í eygunum og hyggja at hesum fyrimyndunum.

At hava onkran at síggja upp til ger okkum betri og eggjar okkum eisini til at vilja
gerast betri.

Betri útgávur av okkum sjálvum.

Og nú, tit standa her í tykkara gulu súkkluklæðum, klár at taka langa teinin úr
Klaksvík til París, síggja tit øll út sum tær bestu útgávurnar av tykkum sjálvum.

Eins og spentir fótbóltsfjepparar frammanfyri sjónvarpið, hyggja vit í dag eftir
tykkum og síggja okkara fyrimyndir.

Fyrimyndir, sum eru til íblástur, sum eru ótrúliga treyst og røsk, og sum hava tað
stuttligt, meðan tey tæna einum fantastiskum endamáli.

“Lat heimin vera eitt betri stað, tá tú fert úr honum, enn tá tú komst í hann”.

Soleiðis skal undangongumaðurin innan skótarørsluna, Lord Baden Powell, einaferð hava sagt.

Góðu súkklarar.
Við tykkara litríka og krevjandi íkasti gera tit heimin til eitt betri stað hjá okkum
øllum at vera.

Eina ógloymandi ferð og blíðan byr ynski eg tykkum, nú tit fara avstað.

Takk fyri.

Signhild V. Johannesen, borgarstjóri

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *