Heilsuverkið Tíðindi

Røðan hjá Jógvan Skorheim á Klaksvíksvegi 7 ígjár

Góðan dag, øll somul

Mangan verður tikið til, at ein sigur hevur nógvar fadrar, men ósigrar eru foreldraleysir.

Hendan hátíðarløtan í dag kennist sum ein søtur sigur fyri okkum í Klaksvíkar Býráð, og eg ivist ikki í, at vit eru nógv, sum samgleðast hesa løtuna.

Sigrar hava ikki bara nógvar fadrar, teir eru eisini gjørdir burturúr nógvum ymiskum tilfari.

***

Fyrst og fremst er neyðugt at seta sær eitt mál.

Og sum flestu ítróttarfólk vita, so er eisini mangan neyðugt at petta sundur í fleiri ymisk deilmál.

Rennarin tekur ein kilometur í senn og fótbóltsspælarin ein dyst í senn.

Báðir vilja vinna alla kappingina, men báðir vita eisini sum er, at teir mugu taka eitt stig í senn.

Tað sama kunnu vit siga um hetta, sum vit hátíðarhalda í dag.

At tit hjá Almannaverkinum eru komin uppá pláss her á veghæddini á Fornagørðum, er eitt týðandi deilmál í heildarætlanini við bygninginum.

Her skulu ymiskar heilsu- og trivnaðartænastur til borgaran savnast undir einum taki.

Nú er Almannaverkið komið uppá pláss, og tit leggjast afturat Heilsutrygd, sum fyri tíð síðan flutti inn á ovastu hædd og Gigni, sum er granni hjá tykkum her á veghæddini.

Eg havi latið mær fortalt, at tit øll higartil eru komin væl uppá pláss, og eg vóni sjálvsagt, at tit øll fara at trívast ordiliga væl.

***

Tá vit nú eru komin so langt, so er hóskandi at gera sum rennarin og fótbóltsspælarin, nevniliga at venda eygunum móti næsta kilometri og næsta dysti.

Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu flyta inn á miðhæddina, tá neyðugu umvælingarnar eru framdar.

Og tá allar hesar tænastur verða staðsettar her undir sama taki, eru vit heilt nær málinum við húsinum á Fornagørðum.

Tá hava vit fjølbroyttar tænastur mitt í býnum, har borgarin, fakliga ekspertisan og sparringin er í hásæti.

Endaliga málið er rokkið, tá hendan savningin av vitan og trivnaðarfremjandi tænastum hevur funnið seg til rættis í bygninginum, har samstarv og sparring vónandi verður gerandiskostur hjá øllum, sum starvast og vitja her í húsinum.

***

Dreymurin og ætlanin við hesum húsinum er sprottin burturúr vakstrarætlanini, sum varð gjørd fyri Klaksvíkar kommunu í 2010.

Tá settu vit okkum sum mál, at fleiri góð og fjølbroytt vitanarstørv skuldu skapast og staðsetast her í Klaksvík, og málið og ætlanin við húsinum her er komið burturúr júst hesum.

Tí kennist sigurin eisini serliga søtur, tí hetta er eitt mál, sum vit hava miðjað ímóti í drúgva tíð og sum hevur kravt nógva orku og stórt tolsemi hjá øllum pørtum.

Stóra takk fyri tað.

***

Um vit skulu halda okkum til ítróttarmetaforin, so er tað jú vanligt at kunna staðfesta, at ongin kemur á mál púra einsamallur. Sigrar eru liðavrik og hava nógvar fadrar.

Hesin er onki undantak. Húsið á Fornagørðum er úrslitið av einum ómetaliga góðum og gevandi samstarvi millum nógvar ymiskar aktørar.

Góðu tit øll, sum hava deildir og bústað her í húsinum.

Almannaverkið og harvið eisini Almannamálaráðið, takk fyri frálíkt samstarv, sum í dag enn einaferð kemur til sjóndar í almennari móttøku fyri almennum stovni við nýggjari adressu í Klaksvík.

Og eisini tit hjá Heilsutrygd, Gigni og tit hjá felagnum Christian í Grótinum, sum eiga bygningin.

Og góðu øll, sum á ein og annan hátt eiga lut í hesi stóru verkætlan.

Hjartans takk fyri tað fyrimyndarliga samstarvið, sum er orsøkin til, at vit yvirhøvur kunnu standa her í dag.

Hjartaliga til lukku og vælkomin uppá pláss.

Takk fyri.

Jógvan Skorheim

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *