Merkisdagar Tíðindi

Røða løgmans alla halganna dag 2018

Stóra havið er okkum bæði frændi og fíggindi.

Løgmaður hevur alla halganna dag  tann 1. november flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólatnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:

Góðan dagin.

Dagurin í dag, 1. november, er allahalgannadagur. Dagurin, tá vit minnast tey, sum farin eru á sjónum.

Hesin dagurin hevur alstóran týdning fyri okkum føroyingar.

Føroyar liggja mitt í norðuratlantshavi. Av somu orsøk kenna vit ikki nógv til kríggj ella vápnað stríð við onnur fólk ella onnur lond um landamørk. Spurningar um mørk og yvirvaldsrætt loysa vit við samrøðum og samráðingum.

Men Føroyar eiga tó ein annan granna, sum umgirðir allar oyggjar okkara. Talan er sjálvandi um havið, sum sanniliga er okkum ein góður tænari, men sum ikki altíð er ein tespiligur harri.

Havið gevur, og havið tekur.

Stødd mitt í norðuratlantshavi vita vit, at hetta stóra havið viðhvørt er okkum bæði frændi og fíggindi.

Tíbetur eiga vit eina so góða og vælvirkandi tilbúgving, at sum oftast berast boð aftur í bý, tá illa vil til á sjónum.

Men enn sum áður vita vit, at hóast neyðugt er við góðum sjómansskapi, og at vitanin hjá okkara sjófólki man teljast millum tær fremstu, so er tað ikki vandaleyst at leggja út á hav.

Teir gomlu settust við árarnar og sungu ein sálm til hin Alvalda, við tí sannroynd, at onkur var størri enn teir í tí stóra skapanarverkinum. Náttúrukreftirnar vóru ikki at spæla við.

Christian Matras yrkir soleiðis um “Illveður, tá skipini eru farin”:

Rótan í havi, brimar við land,

óløgi vaksa í hvørjum,

og dunið gongur sum náttarskrímsl

gjøgnum dreymar í øllum Føroyum.

Jú, óttin um teir, sum hava loyst frá landi, man mangan hava verið stórur. Teir mongu málningarnir hjá eitt nú listamanninum Mikines lýsa so væl huglagið, tá konan við børnunum stendur og bíðar í óvissuni uppi á landi.

Christian Matras heldur fram við at siga hetta so væl:

So gongur dunið um dagar

og nætur, til frætt er frá teim,

um teir eru slopnir við lívinum.

– ella koma ongantíð heim.

november er einasti almenni minningardagur í Føroyum, sum er staðfestur av Føroya løgtingi við lóg í 1949.
Ofta hevur verið sagt, at ivaleyst hevði verið rætt við fleiri minningardøgum. Eitt nú fyri kvinnur, ið eru deyðar í barsilssong, ella onnur, ið hava sett lívið til fyri føroyska samfelagið. Og rætt er tað. Vit hava tørv á at minnast, og aðrir minningardagar verða hildnir, eitt nú fyri deyð pinkubørn.

Minningardagur teirra sjólátnu er til minnis um tey, sum mistu lívið aloftast í strevinum at vinna hesum landi førning. Men allahalgannadagur er eisini til minnis um tey – aloftast kvinnur og børn – sum eftir sótu, og sum syrgdu fyri at føra landið fram á leið. Sjálvt um tey høvdu mist. Sjálvt um lítil og eingin vón var at hóma.

Allahalgannadagur er frá gamlari tíð dagurin, tá fólk mintust tey farnu. Longu í aðru øld varð borið so í bandi at minnast øll halgimenni, og umleið ár 1000 varð 2. november róptur “alla sálna dagur” – dagurin tá øll, sum farin vóru, fingu sín minningardag.

Føroyingar hava tó gjøgnum øldirnar mist sera nógv fólk á sjónum. Serliga seinni veraldarbardagi kravdi sítt. Longu í 1942 varð byrjað í Havnar kirkju at hava serligar minningarguðstænastur fyri teimum, ið farin vóru á sjónum undir krígnum.

Árið eftir í 1943 vóru nøvnini á 60 monnum lisin upp. Hetta mundi eisini gera sítt til, at Løgtingið gjørdi av at gera tann aldargamla minningardagin allahalgannadag til minningardag teirra sjólátnu.

Men bæði fyri og eftir kríggið hava føroyingar sannað, at havið er vandaleið at ferðast á.

Í ár eru 90 ár liðin síðani ta óhugnaligu vanlukkuna umboð á “Acorn”, tá sjey mans doyðu av eldi umborð. 4 av teimum sjey, sum doyðu, vóru gjáarmenn, og í bókini hjá Óla Jacobsen, “Havið tók teir”, verður greitt frá, at vanlukkan rakti so meint, at ongantíð varð tosað um hana norðuri við Gjógv.

Í hálvt triðja samdøgur stríddust menn at vinna upp land fyri at fáa sínar skipsfelagar undir læknahond, tí allir doyðu ikki beinanvegin.

Í fyrstu syftu vóru seks av teimum sjey jarðaðir frá Dómkirkjuni í Reykjavík, og ein teirra doyði seinni.

Teir, ið komu frá vanlukkuni við lívinum, vóru eisini í eini svárari støðu, tí lítið nyttaði at fara heim til Føroya. Teir vóru framvegis noyddir at vinna sær eina inntøku og fara ein túr aftur til skips, so íslendingar mannaðu Acorn fyri teir, sum høvdu latið lív.

Tíbetur er okkara samfelag við undirstøðukervi og vælferðartænastum nógv batnað síðan 1928, tá Acorn varð rakt av vanlukku.

Men enn kann havið raka okkum meint. Í ár fara vit eisini um 20 ára hvarvið fyri minnið um Sjóborgina av Strondum, sum ikki kom afturíaftur í 1998. Umborð vóru 5 mans, og tey flestu av okkum, sum eru komin eitt sindur til árs, munnu minnast hesa syrgiligu hending.

Aftur í ár eru vit komin saman allahalgannadag fyri at minnast tey, ið lótu lív sítt á sjónum. Hóast menniskjan ger framstig innan samferðslu, trygd og vitan á sjónum, so eru grundkorini enn tey somu. “Havdýpið ikki á bjálkum er bygt!”, kvøður Mikkjal á Ryggi í sálminum “Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur”.

Grundtreytirnar eru enn fyri okkum føroyingar, at vit liggja mitt í havinum. Hetta kann hava sínar fyrimunir, tá talan er um at verja fólk, mál og mentan. Havið er ríkt og skapar nógv virði og framleiðslu, og havið er eisini ein farleið út í heim.

Men enn sum áður kann havið taka. Taka okkara dýrasta tilfeingi, sum er okkara fólk. Vit koma saman í dag fyri at stuðla, fyri at minnast, og fyri at vísa samanhald. Kærleikin til tey deyðu endar ikki við gravarbakkan. Heldur ikki, tá talan er um tey, sum fingu eina váta grøv. Vit syrgja, tí vit hava elskað. Vit lýsa tí okkara samkenslu við tykkum, sum hava mist og lýsa Guðs frið yvir minni um tey, sum sjólátin eru.

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Saman drýpa við høvur í sorg.

Síðan allahalgannadag í fjør er hesin føroyingur deyður á sjónum:

Jákup Marnar Klein, Klaksvík, doyði 27. februar 2018 umborð á Topas Amani í Nigeria, 62 ára gamal.

Friður veri við minni hansara.

Kelda: lms.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.