Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Rigmor og (manglandi) ábyrgdin

Sambært landsstýriskvinnuni í D&V í kvøld, hevur hon ONGA ábyrgd av óheimilaðu nýtsluni til Glasir, tvørturímóti.

Nú vil hon seta seg í andglettin og verja politisku skipanina, tí sum hon segði:
“Skulu landsstýrisfólk rúka tí undirlyggjandi stovnar brúka pengar í heimildarloysi? Signalið til allar stovnsleiðslur verður – brúkið bara pengar, tað eru landsstýrisfólkini sum rúka, tað hevur ongar avleiðingar.
Tað haldi eg hevði verið ómetaliga óheppið signal frá politiska myndugleikanum.
Vissi man ger hetta, so skal man eisini tora at hugsa bæði næsta og triðja leik í hesum talvinum.
Man sendir eitt signal til stovnsleiðslur, at tað hevur ongar avleiðingar, um tit fara útum tykkara játtan”.

Nú er vent í holuni.

Í 2014 atkvøddi Rigmor Dam fyri missáliti á Johan Dahl, landsstýrismanni – uppskotsstillarar:
Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Kristianna W. Poulsen.

Grundgevingarnar tá vóru m.a., har leiðslan á SSL hevði brúkt 4,8 mio kr meira enn játtanin var. Landsstýrsimaðurin hevði boðað frá sparingum, sum ikki blivu gjørdar. Tí skuldi hann frá.

Og sum uppskotsstillararnir søgdu í viðmerkingunum til missálitið, høvdu hvørki landsstýrismaðurin ella løgmaður tikið nakrar avleiðingar av ábyrgdini hjá landsstýrismanninum í málinum.
Ístaðin hevði landsstýrismaðurin lagt alla ábyrgdina á stovnsleiðsluna fyri, at hann ikki hevði hildið sínar skyldur mótvegis Løgtinginum.
Løgtingið kundi á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, ið framd vóru og handfaring landsstýrismansins í málinum.
Løgtingið kundi heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignaði brot landsstýrismansins.
Løgtingið mátti staðfesta ábyrgd og avleiðingar til tess at fremja lóggávuvald, rættartrygd og álit á landsins lógir og stovnar.
Hetta søgdu uppskotsstillararnir – og Rigmor atkvøddi fyri.

Det var dengang.

Nú setir Rigmor (og løgmaður) spurningin um landsstýrisfólk skulu frá – bara tí, at “undirliggjandi stovnar brúka pengar í heimildarloysi….og signalið til stovnsleiðslurnar verður – brúkið bara pengar, tí tað eru landsstýrisfólkini sum rúka”.

Tað var júst argumentið fyri at fáa Johan Dahl frá til jóla í 2014.
Tá varð ikki bjellað um signalvirði til stovnsleiðslur, annan og triðja leik o.s.fr.
Nei, tá vóru tað klokkukláru mannagongdirnar og treytaleysa nærlagnið, sum Rigmor og co sólaðu sær í.

Nú ber alt til.
Keine Hexerei, nur behendigheit.

Bjarni Djurholm (Facebook 17-12-2018)

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *