Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Rigmor Dam endiliga farin frá

Eftir óteljandi gølur og har Løgmaður hevur vart Rigmor Dam ígjøgnum ígjøgnum alt skeiðið, er hon endiliga loyst úr starvið.

Reint út sagt, so hevur tað als einki skil verið á Glasir og upptakið verður bæði stórt og kemur møguliga at kosta okkum skattgjaldarum 30-40 milliónir afturat.

Hetta hevur landsstýriskvinnan í mentamálum alla skyldina av og átti at tikið fulla ábyrgd av játtanini til Glasir beinanvegin og lagt frá sær, men nú koma enn meira rokningar fram og alt talar fyri, at tær vera omanfyri 40 milliónir ella meira.

Hetta er ikki gott nokk og hoyrdu vit í Kringvarp Føroya ígjøgnum alla dagin ígjár, har Rigmor Dam reinsaði seg sjálvan og gav alla skyldina til leiðsluna á Landsverk og ákærdi somuleiðis andstøðuna at misbrúka hetta politiskt og tað slapp hon at gera, uttan at andstøðan, Landsverk ella onnur sloppu at gera viðmerkingar.

Hetta skrivar mentamálaráðið á heimasíðu sínu.

Fráboðan

Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin av ógoldnum rokningum fyri arbeiði á skúladeplinum í Marknagili. Aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Hetta, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár.

Sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má eg bara staðfesta, at álitið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir verandi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.

Eg meti, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum samstarvsavtalum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí almenna. Tí er tað mín vón, at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg. Her verður bæði hugsað um leiklutin hjá Landsverki, Samferðslumálaráðnum (fyrr Fíggjarmálaráðnum), sum eftirlitsmyndugleika yvir Landsverk og Mentamálaráðnum, sum í hesum førinum hevur umbiðið ein skúla; Herundir fíggjarstýring, leiðsluskipan og ábyrgdarbýti.

Harumframt mæli eg staðiliga til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður endurskoðað, so fíggjarlig ábyrgd, eftirlit og ræðisrættur yvir játtanini eru á einum og sama stað.

Fyri at skapa frið um miðnámsskúlan Glasir, og við inniligari vón um, at neyðug játtan verður fingin til vega, so skúlin kann byggjast liðugur sum skjótast, havi eg, av politiskum orsøkum, í dag heitt á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna í mentamálum, og at hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar.

Við hesum takki eg øllum samstarvsfeløgum fyri fruktagott samstarv, nú mær untist at røkja sessin sum landsstýriskvinna í mentamálum í nærum hálvfjóðra ár.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *