Heilsuverkið Lokal tíðindi Tíðindi

Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagnum

Var á gátt hjá Reyni Service í dag og enn einaferð fekk man eina góða móttøku og tænastu.

Fekk eitt prát við stjóran Hans Berg Hammer og sjálvandi var tað um bilar. Legði til merkis eitt stórt skeltið, har Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagið og helt hetta vera stak positivt, at ein bilasøla stuðlar einari so góðari søk.

Hetta skrivar Reyni Service um tiltakið á teirra heimasíðu:

Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagnum

– Øll kunnu vera við til at hjálpa, og hetta er okkara íkast til stríðið ímóti krabba. Tað er orsøkin til, at vit eru fariní gongd við hetta Movember-átakið saman við Krabbameinsfelagnum, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service. Eyðkennið hjá Movember rørsluni er yvirskeggið, sum menn lata vaksa við endamálinum at varpa ljós á prostata-krabba.

– Kvinnur duga ofta væl at savna seg um og sjónliggera krabbasjúkuna, til dømis við ljósareyða ljósunum, sum hevur verið at sæð á fleiri bygningum í oktober, og eisini hevur ljósareyða sloyfan verið nógv nýtt.

– Vit virka í einum umhvørvi, har tað er stórur meiriluti av monnum, bæði tá tað kemur til tey mest biláhugaðu og egin starvsfólk.Og tá okkara virksemi umfatar bilar, mettu vit tað nærliggjandi at geva fleiri bilum yvirskegg. Tað kann tí meiri enn so henda seg, at fólk møta einum av okkara bilum við yvirskeggi í november. Hóast yvirskeggið á bilunum er hugsað sum eitt skemtiligt innslag, so er boðskapurin sera álvarsamur. Endamálið við hesum átakinum er bæði at sjónliggera Movember, men eisini at geva fólki, sum ynskja at keypa ein nýggjan bil, møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum fíggjarliga, sigur Sámal av Reyni.

– Átakið snýr seg í stuttum um, at tey, ið keypa ein nýggjan bil frá Reyni Service í november, eru við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við 5.000 krónum. Hendan upphæddin verður beinleiðis stílað til Krabbameinsfelagið vegna keyparan, ella dulnevnt um keyparin ynskir tað. Hvussu væl eydnað átakið verður, er sostatt upp til møguligar keyparar, men vit vóna, at átakið verður væl móttikið.

Hvat peningurin verður nýttur til, lata vit Krabbameinsfelagið gera av. Tey eru betur før fyri at meta um, hvar tørvurin er størstur, tað veri seg til gransking, fyribyrging ella stuðul til onkran, sum er raktur av krabba, sigur Sámal av Reyni.

Lýsingarátakið er galdandi allan november mánað og umfatar allar nýggjar bilar, sum Reyni Service selur í november – eisini um bilurin ikki er á goymslu, og tí verður handaður eftir Movember.

 

Her Lýsingarprísirnir hjá NEWS.FO, møguliga bíðligasti prísir í Føroyum:

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *