Heilsuverkið Tíðindaskriv Tíðindi

Reyði Krossur tørvar hjálp til klædnaendurnýtsluna

KLÆDNAENDURNÝTSLAN

Reyði Krossur savnar inn góð og heil brúkt klæðir, brúktar skógvar og taskir í endurnýtslubingjur okkara kring alt landið.

Reyði Krossur hevur tríggjar klædnaendurnýtsluhandlar: á Bryggjubakka í Tórshavn, klædnahandilin í Stiðjagøtu í Tórshavn og ein klædnahandil í Vági.

Ein partur av innkomnu klæðunum vera givin til Reyða Kross Klædnahjálpina, ið hevur til endamáls at stuðla føroyskum familjum við klæðum, ið hava hjálp fyri neyðini. Vit fáa ikki selt øll klæðini í Føroyum og meginparturin av innsavnaðu klæðunum verður tí fluttur av landinum

Í løtuni tørvar okkum sjálvboðin at hjálpa til við klædnaendurnýtsluni: fólki at koyra kring Føroyar og tøma klædnabingjurnar, fólki at skilja klæðini og fólki til handlarnar. Øll áhugaði eru meira enn vælkomin at ringja ella skriva til Reyða Kross.

Reyði Krossur takkar øllum, ið stuðla felagsskapinum við endurnýtsluklæðum, men heitir á øll, um at ikki koyra skitin klæðir ella vandamiklar lutir í klædnabingjurnar.

Sjá filmsklipp her:

GER ÍMÓTI ØÐRUM, SUM TÚ VILT, AT TEY SKULU GERA ÍMÓTI TÆR

KLÆDNAENDURNÝTSLANReyði Krossur savnar inn góð og heil brúkt klæðir, brúktar skógvar og taskir í endurnýtslubingjur okkara kring alt landið.Reyði Krossur hevur tríggjar klædnaendurnýtsluhandlar: á Bryggjubakka í Tórshavn, klædnahandilin í Stiðjagøtu í Tórshavn og ein klædnahandil í Vági.Ein partur av innkomnu klæðunum vera givin til Reyða Kross Klædnahjálpina, ið hevur til endamáls at stuðla føroyskum familjum við klæðum, ið hava hjálp fyri neyðini. Vit fáa ikki selt øll klæðini í Føroyum og meginparturin av innsavnaðu klæðunum verður tí fluttur av landinumÍ løtuni tørvar okkum sjálvboðin at hjálpa til við klædnaendurnýtsluni: fólki at koyra kring Føroyar og tøma klædnabingjurnar, fólki at skilja klæðini og fólki til handlarnar. Øll áhugaði eru meira enn vælkomin at ringja ella skriva til Reyða Kross.Reyði Krossur takkar øllum, ið stuðla felagsskapinum við endurnýtsluklæðum, men heitir á øll, um at ikki koyra skitin klæðir ella vandamiklar lutir í klædnabingjurnar.

Slået op af Reyði Krossur Føroya i Onsdag den 31. oktober 2018

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.