FÓLKATINGIд19

Renna undan ábyrgd!

Í staðin fyri at taka ábyrgd av egnum atgerðarloysi, sendir landsstýrismaðurin løgregluna eftir ábyrgdarpersónum á Landsverk. Hann hevur í fleiri førum greitt Løgtinginum frá, at alt hevur verið í fínasta lagi á Landsverk.

Tað letur til, at landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og restin av landsstýrinum, við løgmanni á odda, hava gloymt lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Lógin viðvíkur ábyrgdina hjá løgmanni og landsstýrismonnum fyri teirra embætisførslu.

Kann tað hugsast, at landsstýrismenninir í samferðslumálum, Hendrik Old og Heðin Mortensen, við teirra manglandi eftirlitið, vísandi til frágreiðingina hjá Landsgrannskoðaranum, hava viðvirkað til lógarbrot, og tí gjørt seg sekar í broti á § 4, stk. 1, nr. 3, í lóg um ábyrgd landsstýrismanna?

(§ 4: Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um viðvirknið til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava viðvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá – nr. 3: hann, við ikki í rímuligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd).

Hvat við § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Landsgrannskoðarin staðfesti, at løgmaður hevði givið Løgtinginum skeivar og villleiðandi upplýsingar, í samband við støðuna á Landsverk. Tað broytir ikki støðuna, at løgmaður hevði fingið upplýsingarnar frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Hendrik Old. Løgmaður hevur evstu ábyrgd og eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt.

(§ 5: Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldir, sum liggja á honum, sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá Løgtingið viðgerð eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum).

Tað ber ikki til og kann ikki góðtakast, at løgmaður og landsstýrisfólk spæla óvitandi, tí tey áttu at vitað betur. Ávaringarnar hava verið nógvar, men eru allar skúgvaðar til viks. Hetta staðfestir Landsgrannskoðarin eisini.

Tað er møguligt, at ábyrgdarpersónar á Landsverki kunnu hava gjørt seg sekar í lógarbrotið, men høvdu løgmaður og landsstýrisfólkini livað upp til sína ábyrgd og havt neyðuga eftirlitið, var ongin skaði hendur. Heldur ikki nakað lógarbrot.

Tey, sum hava ábyrgd vegna føroya fólk, hava higartil kostað skattgjaldaranum 140 milliónir – 140.000.000,00 kr. Hetta eru tey, sum skuldu endurreisa álitið á politisku skipanina.

Tey vita væl, at ongin verður dømdur fyri at snýta ein, sum visti, ella átti at vita, at hann bleiv snýttur. Hetta hava vit upplivað áður.

Hvat við politisku ábyrgdini? Hendrik Old og Rigmor Dam hava lagt frá sær, men hvat við Sirið Stenberg, Heðin Mortensen og løgmanni?

Nógv er broytt. Ongin borandi journalistikkur í KVF og ongar framhaldssendingar. Løgmaður og landsstýrisfólk sleppa við at siga, at tey onga viðmerking hava.

Jacob Vestergaard

Fólkaflokkurin

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *