Ítrottur Tíðindi

Rebekka Trygvadóttir Føroyameistari í 100 metur bringu

Eftir at hava svomið 400 metur frí og 200 metur firvald vann Rebekka Trygvadóttir trygt 100 metur bringu. Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum var úthvíld og ikki hevði verið í hylinum endaði á øðrum plássinum.

Eyðrið Mortensen legði seg á odda og tá ið 50 metrar vóru svomnir, var hon næstan eitt sekund frammanfyri Rebekku, Eyðrið hevði 36.73 sekund og Rebekka 35.98, Rebekka royndi at svima taktist teir 50 fyrstu metrarnar, men virkaði als ikki og so slepti hon øllum og fór “all inn” og rætt gjørdu hon, hann vant úr hinum svimjarnum og teir seinastu 25 metranar setti hon spurtin inn og kom á mál næstan tvey sekund frammanfyri Eyðrið.

Sera flott svomi av Rebekku, tá ið tonkt verður uppá at hon júst hevði svomi 400 m frí og fekk eitt flott bronsumerki og í 200 metur firvald, har hon fekk silvur og so var tað líka til høgrabeina at taka gull í 100 metur bringu. Tíðin hjá Rebekku var 1:15:36, Eyðrið Mortensen hevði tíðina 1:17.14 og á einum flottum triðja plássið kom Sólvá A. Sigurðsson, hon hevði tíðina 1:17.36.

Stórt tillukku Rebekka og Sólvá.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *