Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindir

Rebekka gull og Sólvá silvur í 200 metur bringu

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam ein góðan 200 metur bringu á FM 2018 og vann sannførandi við tíðini 2:44.77, Sólvá A. Sigurðsson, somuleiðis úr Ægir, bleiv nummar tvey, við tíðini 2:51.94 og stóra stjørnan innan 200 metur bringu Sára R. Nysted bleiv nummar trý, heili 18 sekund verri enn Rebekka, so nú eigur Ægir drotningina í 200 metur bringu í Føroyum.

Føroyska metið er 2:42.03 og tað eigur Sára R. Nysted úr Susvim, men heldur Rebekka áfram við góðu gongdini hjá sær, so gongur tað ikki long tíð til Rebekka Trygvadóttir slær tað metið.

Tað gleðiliga ígjár var eisini at Sólva A. Sigurðsson bleiv nummar tvey og fekk svomi eina flotta silvurmedalju til Ægir.

Hin systurin Bjørt A. Sigurðsson bleiv nummar fýra við tíðini 3:09.82 og tað er eisini flott.

Stórt tillukku Ægir kvinnur.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *