Tíðindi Tónleikur

Rasmus Seebach spælir á Vágsbø

Fólkakæri hittkongurin spælir ársins poppkonsert á Summar Festivalinum 2019!

Rasmus Seebach er helst størsta poppnavnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðani hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir – sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« bara fyri at nevna nakrar.

Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu konsertunum, sum hevur verið á festivalinum. Síðani hevur Seebach givið fimm útgávur út, og nú er hann til reiðar at koma aftur til Føroya at spæla konsert. Tað verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august 2019. Forsøla er í Telebúðum og her: “SF atgongumerkid 2019”.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *