Ferðavinna Politikkur Tíðindi

Rakstartillaging á SSL skal gerast nú

“Økta ferðin á føroyska búskapinum hevur lagt trýst á kostnaðarstøðið á tænastuveitingum til SSL. SSL hevur gjørt vart við hetta seinastu árini. Fyri at kunna halda sama støði í trygd og viðlíkahaldsarbeiði, bað SSL í umbøn um rakstrarjáttan fyri 2019, um eina hækking uppá góðar kr. 4 mio.

Hetta vann tíverri ikki frama. Ei heldur eydnaðist at koma ígjøgnum við eini eykajáttan áðrenn Tingið fór í summarfrí. SSL harmast sjálvandi í komnu støðuna.

Til tess at halda sína lógarásettu skyldu um, at samsvar skal vera millum játtan og rakstur, fer SSL frá 1. juli at fremja ymiskar tillagingar í rakstrinum.

Átøkini, sum verða sett í verk eiga sjálvandi at føra við sær minst møgulig árin á samferðsluna. Sparingarnar verða sostatt spjaddar javnbýtt millum oyggja- og bygdaleiðirnar umframt umstingarligar tænastur og virksemi í SSL. Millum annað er avgerð tikin um at seta sparingarnar í verk í fyrsta lagi frá 1. juli, fyri at sleppast kann undan, at skúlabørn og næmingar verða rakt nú summarfrítíðin nærkast í hvørjum.

Nærri kunning um ítøkiligu tillagingarnar, kemur miðskeiðis í næstu viku.

Kelda: www.ssl.fo

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *