Heilsuverkið Politikkur Tíðindi

Rættartrygd hjá borgarum og starvsfólki tryggjast

Starvsfólk, ið eru um persónar, sum hava víðfevnd likamlig ella sálarlig brek, skulu vita greitt, nær tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin kunnu fremjast.

Allir borgarar hava rætt til at taka avgerðir um egið lív og virki – eisini borgarar, sum hava tørv á umsorgan, røkt og stuðli. Stundum kunnu tó vera støður, har umsorgan, røkt og stuðul mugu veitast, tá vandi annars er fyri heilsu og lívi hjá viðkomandi borgara ella øðrum. Tá kann gerast neyðugt við serligum inntrivum, so sum tvingsli.

Tað er ongantíð loyvt starvsfólki at nýta tvingsil uttan greiða lógarheimild. Henda heimild verður nú veitt sambært nýggju Tvingsilslógini hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, sum týsdagin verður viðgjørd í løgtinginum.

-Rættartrygdin hjá okkara veikastu borgarum skal altíð tryggjast, og bæði avvarðandi og myndugleikar hava leingi hava spurt eftir hesari heimildini, sigur landsstýriskvinnan.

Endamálið við Tvingsilslógini er at veita starvsfólki greiða heimild fyri, undir hvørjum umstøðum tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin kunnu fremjast. Slík inntriv skulu einans nýtast sum seinasti útvegur, tá aðrar loysnir roynast úrslitaleysar og meginreglan um minsta inntriv er ein grundleggjandi táttur í lógini.

Lógin er galdandi fyri starvsfólk og persónar, ið virka undir og fáa tænastur sambært komandi Vælferðarlógini, løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og Barnaverndarlógini.

Málbólkurin er persónar, ið m.a. hava seinheilaskaða, demenssjúku o.a., ið ikki geva samtykki ella ikki eru førir fyri at geva samtykki. Avgerandi er, at persónurin hevur fyri neyðini at fáa ávísa røkt og umsorgan, ið ikki kann veitast uttan at starvsfólk nýta tvingsil ella fremja onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin hjá honum.

Talan er m.a. um, at starvsfólk undir ávísum umstøðum hava heimild at nýta ávaringarskipanir og peilingarskipanir til persón við eitt nú demenssjúku, ið er í vanda fyri at villast av leið og koma sær sjálvum í ymsar vandastøður.

Kelda: amr.fo

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *