Bráðtíðindi Tíðindi Tøkni

Politiið fingið nýggja heimasíðu í dag

Vælkomin til eitt nýtt politi.fo

Politiið hevur í dag fingið eina nýggja heimasíðu. Frammyvir fer politi.fo at hava eitt meira nýmótans og brúkaravinarligt snið. Málið er, at tað verður lættari fyri borgaran, eins so væl sum virkir og miðlar, at finna teir upplýsingar, ið tey hava tørv á.
Samstundis skal tað verða lættari at fáa samband við politiið, um tygum hava eina fráboðan ella umsókn til okkum.

Eisini kann ein kunna politiið, um man hevur upplýsingar, ið kunnu hava týdning fyri okkara arbeiðið mótvegis lógarbrotum, ið vit stremba eftir at fyribyrgja.

Harumframt finna tygum eisini eina røð av ymiskum leiðbeiningum, t.d. hvat ein skal gera, um man hevur tørv á nýggjum passi, revsiváttan ella søkja um nýtt pass, matstovuloyvi og almentloyvi og loyvi til størri tiltøk og veitingar.

Ein stórur partur av politi.fo er okkara tíðindaunivers. Undir slóðina “Aktuelt” undir “Valmynd” finnur tú m.a. tíðindalistin, eftirlýsingar, lýsingar og tiltøk, tilbúgvingarfráboðanir og hagtøl.

Tygum finna eisini áleikandi eftirlýsingar av fólki, sum eitt hvørt eru saknaði ella eftirlýst. Harafturat finnur tú lýsingar um funnið tjóvagóðs, funnin djór og lutir í málum, har vit fegin vilja biða um hjálp fra borgaranum.

Heimasíðan vísur harumframt ein lista yvir komandi tiltøk, har borgarin kann møta okkum. Tað kann eitt nú vera 112-dagarnir.

Politiið fer leypandi at víðka um heimasíðuna við fleiri møguleikum, nýggjar vegleiðingar og góð ráð. So er tað eitt hvørt, ið tú saknar á síðuni í núverðandi løtu so er tað óiva okkurt av tí, ið framvegis er í gerð.

Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *