LØGTINGIд19 Politikkur

Pensjonistar oyða toskastovnin!?

Pensjonistarnir fiskaðu 1.200 tons fyrra hálvár og tað hóttir ongan stovn. Vælsignaðir gevi Bólki 5B fleiri dagar

Tað er óhugsandi, at vit í ár fara at fiska 20.000 tons av toski. Sjálvt um tað var frítt fiskarí restina av árinum, so høvdu vit ikki fiska tey 25.000 tonsini, umsitingarætlanin leggur upp til at vit skulu fiska í 2019.

Tá Bólkur 5B bleiv lagdur fyri 2 vikum síðan, komu politikarar fram á torg og søgdu útróðarbátarnir í bólki 5B skulu sleppa at fiska. Eg hugsi um teir politikarar, sum hava samtykt fiskivinnunýskipan og umsitingarætlan og trúgva hvørjum orði Havstovan og ICES siga. Hví vingla teir nú?

Orsøkin til, at teir nú vingla er, at higartil hava 337 bátar avreitt í bólki 5B, umframt teir 80 bátarnar í bólki 5A Og tær atkvøðurnar vilja tit sjálvandi hava. Og krevst nakað av dupultmorali til at gera tað, so ber tað til, treyta av at ryggurin er nóg bleytur.

Hesir somu politikarar trúgva jú, at tann fiskur vit ikki fiska í dag, kann fiskast komandi árini og tá vigar hann meira og MSY fer í topp!

Undarligt, sum hesir somu menn nú hava skift meining. Góðu politikarar, hava tit ongan rygg? Hvat hugsa tit fyri tykkum. Ella trýstu tit bara á ein tilvildarligan knøtt? Er tað so galið, at tit ikki hugsaðu tykkum um?

Tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum

Stríðið, sum alla tíðina hevur verið er, at summi siga, at til ber at goyma fiskin í sjónum, tá nógv er til og so fiska hann seinni. Tað siga øll, sum trúgva tí Havstovan og ICES siga.

Tað eru eisini nógv, sum siga, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Okkum lurta ikki so nógv eftir.

Tað er greitt, at samgongan og serliga fiskimálaráðharrin trúgva ICES, sum amen í kirkjuni. Og modelli hjá ICES er rættuliga einfalt. Er trúgvin óbroytt, so noyðist Høgni Hoydal at halda fast og lata bátarnar í bólki 5B liggja restina av árinum. Bólkur 5A verður eisini skjótt lagdur. Onkrir trolarar hjá Faroe Origin liggja eisini nú, tí teir eiga ov fáar dagar eftir.

Stórsta hóttanin móti toskastovninum sigst nú verða pensjonistar, sum hava fiska 1.200 tons av toski fyrra hálvár. Her er onki skil á nøkrum.

Vælsignaðir samtykki uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at hækka dagatalið í bólki 5B

Eivind Jacobsen

Valevni fólkafloksins

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *