Lokal tíðindi Tíðindi

Oysl av almennum pengum

Tað tykist ógvuliga løgið, at tað er bara eg sum leggið til merkis, at Klaksvíkar Kommuna viku eftir viku lýsir í Norðlýsinum fyri 7.250,00 kr. pr. heilsíðulýsing og ongin tekur hetta álvarsmál upp ella tekur meg í álvara.

Ígjøgnum árið kann upphæddirnar væl fara uppum 500.000,00 kr. og hálv millión, eru stak nógvir pengar í mínum eygum. Hesir pengar átti at verið brúktir til onnur betri endamál í býnum.

Okkurt blaðið eru fleiri heilsíðulýsingar og leysliga roknað fyri seinastu fýra bløðini, bleiv lýst fyri umleið 58.000,00 kr.

Tað løgna av tí heila, so gerð ongin onnur Kommuna í Føroyum, tað sum Klaksvíkar Kommuna gerð í løtuni. Tit síggja ikki Tórhavnar Kommunu, Runarvíkar Kommunu ella Tvøroyra Kommunu lýsa viku eftir viku við heilsíðulýsingum, her er also ikki alt íordan?

Hvat gerð okkara andstøða við hetta álvarsmál, síggja tit als ikki, at Klaksvíkar Kommuna oyslar almennar pengar burtur viku eftir viku.

Hví taka tit ikki hetta málið upp í Býráðnum og fáa steðga hesum galskapinum? tað eru also okkara pengar, sum vera oyslaðir burtur fyri onki sigandi lýsingar.

Síggj filmsklipp til høgru.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *