Fiskivinna Tíðindi

Olga Maria landar 41.000 pund til NFCS í morgun

Olga Maria kom siglandi inn eftir Vágni í dýrdarveðrið í morgun klokkan 06:00, sjá filmklipp og myndir herundir.

Teir hava trola vestan fyri Føroyar og hava 40.900 pund. Tað mesta toskur, 18.400 pund, 9.100 pund hýsa, 5.800 pund tunga, 3.500 reyðsprøka, 2.300 havtaska og restin annað fiskaslag.

Teir byrjaði túr tann 27. juni og við er fýra mans.

Landa verður í morgun til NFCS.

SáH

Mynd tikin tann 05.07.2019
Mynd tikin tann 05.07.2019

Mynd tikin tann 05.07.2019

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *