Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Okkara reini Løgmaður Aksel: Rigmor Dam hevur gjørt alt rætt á Glasir, tí skal hon vera sitandi.

Hoyr hesa áhugaverdu samrøðuna við løgmann, klikk mynd herundir,  har KVF hevur samrøðu við Aksel tann 17. desember 2018 og her forklárar okkara reini løgmaður Aksel V. Johannesen, at landsstýriðiskvinnan Rigmor Dam gjørdi alt rætt á Glasir og tað er at rætta bakara fyri smið, um hon verður søgd úr starvinum, jú, jú, men nú brennur undir løgmanni, tí nú hevur Landsgrannskoðarnir hvassan kritikk um handfaringina av Glasir og formaðurin fyri løgtingsgrannskoðarnar javnaðamaðurin Jónleif Johannesen segði við KVF tann 12. apríl í ár, at tey høvdu fingið villeiðandi upplýsingar frá løgmanni.

Hevði hetta hent í Danmark, so hevði løgmaður verður sagdur úr starvið beinanvegin, tí tað er ikki loyvið at geva villleiðandi upplýsingar til Løgtingið og landsgrannskoðanin hava givið landsins leiðslu eina lemjandi atfinngarsama frágreiðing um fíggjarliga óskilið á Glasir og Løgmaður hevur einki gjørt, men bara latið alt fram við borðinum og tað hevur nú kosta Føroya landi fleiri 100tals milliónir og møguliga er tað brúktar heili 60 milliónir í heimildarloysið bara við byggigøluni á Glasir.

Kunnu Føroya fólk stóla uppá at hava ein Løgmann, sum ikki kann stýra sínum egnu landsstýrisfólkum og hvat hendur í framtíðini, har alt bara siglur og ongin hevur ábyrgd av nøkrum, har tey vaska hendur uppá hvønn annan.

Hevur okkara løgmaður reint mjøl í posanum? hoyr hesa samrøðuna og hvat halda tit?

Hoyr ljóðfíl her frá KVF tann 12. apríl, klikk her: “Fekk villleiðandi upplýsingar frá løgmanni”

Hoyr ljóðfíl her frá KVF tann 12. apríl, klikk her: “Løgtingsgrannskoðararnir átala í eystur og vestur”

Hoyr ljóðfíl her frá KVF tann 18. apríl, klikk her: “Løgmaður eigur at leggja frá sær og útskriva val”

SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *