Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindi

Nýggj tilbúgvingarútgerð til útoyggjarnar

Trygdin og tilbúgvingin í Norðoyggjum verður lyft upp á eitt hægri støði við nýggjari útgerð til eldsløkking.

Á sløkkiliðsstøðini á Varpinum í Klaksvík standa seks nýggjar pumpur og 10 smærri eldsløkkjarar – sokallaðir “Fireexpress”, sum komandi dagarnar verða flutt út á útoyggjarnar og smærru bygdirnar í Norðoyggjum. Pumpurnar kunnu brúkast við vatnveiting úr eitt nú áum ella øðrum vatnkeldum, meðan Fireexpress-eldsløkkjararnir innihalda upp til 10 litrar vatn og eftir nýtslu mugu endurfyllast á brandstøðini, áðrenn teir aftur kunnu sløkkja eld. Útgerðin lyftir tilbúgvingina í Norðoyggjum upp á eitt hægri støði, sigur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari, sum í næstum fer runt til ymsu støðini at avhenda útgerðina til staðbundin fólk.

Útgerðin, sum samanlagt kostar umleið eina hálva millión krónur, er fyri stuttum komin til brandstøðina, og er nú gjørd klár til nýtslu, og í hesum sambandi legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í Tilbúgvingarnevndini leiðina framvið at síggja útgerðina.

– Tað er umráðandi, at vit hava góða og atkomiliga útgerð í øllum Norðoyggjum, og ikki minst á teimum støðunum, sum sløkkiliðið ikki bara kann sleppa skjótt til við bilum. So nýggj og effektiv útgerð til Fugloy, Svínoy, Kalsoy og Kunoy er avgjørt ein íløga, sum vit øll kunnu fegnast um, sigur borgarstjórin, og hesum er Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari samdur við honum í.

– Pumpurnar og nýggju eldsløkkjararnir eru serliga hent á meira fjarskotnu støðunum, har tað er langt hjá okkum at sleppa til. Útgerðin er góð og løtt at brúka, og serliga pumpurnar, sum við vatn úr ánni hava styrki til at spula við einum trýsti á umleið 17 barr, kunnu vera til avgerandi hjálp, um tørvur gerst á teimum. Til at sløkkja eld krevst eitt trýst á umleið 10 barr, so hetta er ordiliga góð útgerð, greiðir tilbúgvingarleiðarin frá.

Fyri at økja um trygdina og hentleikan í útgerðini, eru talgildar vegleiðingar eisini gjørdar til pumpurnar og eldsløkkjararnar. Vegleiðingarnar eru tøkar ígjøgnum sokallaðar QR-kotur, sum eru festar á hvørja einstaka pumpu. Við snildfon ber til at skanna kotuna og harvið síggja staðseting, brúksvegleiðing og video vegleiðing til, hvussu útgerðin skal brúkast. Umframt hetta verða staðbundin fólk í ymsu bygdunum eisini upplærd í, hvussu útgerðin skal brúkast, leggur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari afturat.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *