Bráðtíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Tónleikur

Nýggj fløga og útgávukonsertir

25 mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er “Lívsins løtur”. 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum.

Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 – 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.

Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlanda.

Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, Úr Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.

Hann búði frá 1983, 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. 4 útgávur komu meðan hann búði í Danmark, 3 á donskum og ein á føroyskum.

Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið ut 2 fløgur sum einstaklingur, 2 fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipa fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Ólavur á Váli Olsen, Oasubrøður.

Eisini samskipaði hann fløguna Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum.

Hann hevur eisini skipa fyri fleiri sang og tónleika tiltøkum gjøgnum árini.

Í samband við nýggju útgávuna, vera útgávukonsertir leygarkvøldi 25 mai í Frelsunnarherinum í Havn kl 20 og sunnukvøldið 26 mai kl 20 í Kelduni í Skálafirði.

Eisini luttekur Magni Christiansen.

Tað er ókeypis atgongd.

Sunnumorgunin 26 mai kl. 11, luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, á møtinum í Lívdini í Hoyvík.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *