Fiskivinna Tíðindi

Núpur landaði 160.000 pund til Kósina

Núpur sum kom aftur frá fiskileið ígjár, landaði 160.000 pund til Kósina, tað mesta var longa og toskur.

Ein partur bleiv útboðin til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 23.680 pund, 9.480 pund hýsa og 14.200 pund kongafiskur.

Núpur byrjaði túr tann 17. juli og frættist, at nú ferð manningin í eina stutta feriu og Núpur ferð ikki útaftur fyrrenn aftaná Sjómannadagarnar.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *