Fiskivinna Tíðindi

Núpur kom aftur kl. 07:30 við fullari last

Í fagrasta veðrinum í morgun kom Núpur aftur av Íslandstúri og væl hevur gingist hjá teimum, teir hava fult skip og var fiskurin upp undir lúkurnar.

Núpur hevur boða frá landing til Kósina mánadagin klokkan 06:00 og hava teir 180.000 pund, tað mesta var toskur og so høvdu teir eisini nakað av hýsu, brosmu og longu.

Hýsa bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 51.600 og hon bleiv landa til NFCS.

Teir settu 9 setur, so hetta gjørdist ein sera skjótir og góðir túrur.

Við hendan túrin vóru 15 mans og skipari var John Kári Jacobsen.

Teir byrjaði túr tann 20. november og sum sagt, so komu teir í morgun.

News.fo og Norðoya Portalurin tóku ímóti og gott lag var á skiparnum og manningini, men mest bleiv tosað um enskan fótbólt, LiVÁRpool og Arsenal.

Takk fyri gott prát og vælkomnir heim.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 ) KLAKSVÍKAR HAVN 20-11-2019 02-12-2019 25.800

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *