Lokal tíðindi Tíðindi

Nú verður tryggari at koma til skúlaøkið

Seinnapartin í dag varð tendrað fyri ferðsluljósunum við nýggju ferðsluloysina við Skúlatrøð. Harvið er ferðsluloysnin við Gerðagøtu nú endaliga tikin í nýtslu, og kunnu bæði bilar og fólk til gongu nú ferðast tryggari.

Tað var Óli M. Lassen, formaður í teknisku nevnd, ið trýstið á knøttin, og børnini í Dr. Margrethu barnagarði vóru tey fyrstu, ið gingu á nýggja gonguteiginum. Til staðar seinnapartin vóru umboð fyri kommununa, TTS, ið hevur staðið fyri ljósarbeiðinum, og umboð fyri politiið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnaist um góða úrslitið og ikki minst um, at vit nú hava fingið eina góða og trygga farleið til mongu skúla- og barnagarðsbørnini.

– Tað hevur serliga stóran týdning at økið nú er greitt uppmerkt og verður ljósregulerað, sigur Jógvan Skorheim.

Eftir at asfaltsarbeiðið varð gjørt síðst í novembur, hevur verið bíðað eftir seinastu smálutunum, so sum skeltum og ljósviðurskiftum, ið vóru endaliga avgreidd í dag. Gerðagøta er ein av mest brúktu vegunum í býnum, bæði til og úr Klaksvíkini, eins og vegurin er sera nógv brúktur av børnum, sum hvønn dag ganga í barnagarði, skúla og til frítíðarítriv; tí er nú avgreidda ferðsluloysnin, við øktari ferðslutrygd og góðum av og ásetingar møguleikum, eitt týdningarmikið stig at betra um farleiðina og samstundis økja um trygdina.

Fleiri myndir, klikk her, “Nú verður tryggari at koma til skúlaøkið”

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *