Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Nú verður loyvið at handla í heimildarloysið?

Kl. 03:11 í nátt bleiv atkvøtt um misálitisuppskotið, sum formennirnir fyri andstøðuflokkarnar Fólkaflokkurin, Sambandi, Sjálvstýrið og Miðflokkurin høvdu lagt fram ímóti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum og sum hevur ábyrgdina av, at 14 milliónir eru brúktar í heimildarloysi hjá Glasir.

Spenningurin var øgiligur, men tá ið saman um kom, bleiv uppskotið felt, úrslitið gjørdist 15-15 og trý stemmaðu blankt, tey vóru Kristin Mikkelsen og leysgangarnir Sonja í Jógvansstovu og Magni Laksafoss, tískil verður Rigmor Dam sitandi og hevur hon nú loyvið at handla í heimildarloysið við vælsignilsi frá okkara reinu samgongu við Aksel V. Johannesen løgmanni á odda.

Viðgerðin tók næstan fýra tímar.

Fyrr um dagin hevði Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro stjóra á Landsverk upp og tískil hevur samgongan við Aksel V. Johannesen, Rigmor Dam og Heðini Mortensen onga skuld í nøkrum og nú vaska tey sínar hendur uppá Ewald Kjølbro fyrrverandi stjóra á Landsverk.

Sigi sum Bjørn á Heygum segði við Útvarp Føroya, nú koma 80ini umaftur, har ongin landsstýrisfólk høvdu nakra ábyrgd.

Sjá avstemmingina herundir:

SáH

Høgni Hoydal er ikki til at líta á, hygg her:

Misálit

Meðan eg siti og lurti eftir viðgerðini í løgtinginum av uppskotinum um misálit, komi eg at hugsa um hetta kjakið, sum einaferð var millum meg og Høgna Hoydal, um misálit.

Slået op af Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður i Onsdag den 19. december 2018

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *