Fiskivinna Politikkur Tíðindir Vinna

Nú landsstýrismaðurin bleiv dømdur ósekur ..!?

Farnu viku kom loksins frágreiðingin frá kanningarstjóranum um embætisførsluna hjá landsstýrismanninum viðv. flytingini av veiðiloyvum. Kostnaður hálvonnur millión kr.

Tað var við ávísum spenningi at bíðað varð eftir úrslitunum, hóast mong høvdu á munni, at har fór neyvan nakað serligt at spyrjast burturúr.

Fleiri undraðust eisini yvir, at kanningastjóri varð settur, sum var ein av nevndarlimunum, sum landsstýrismaðurin á sinni setti at gera tilmæli til hansara um nýggja fiskivinnunýskipan.

Og sigast má, at tey ivasomu fingu rætt, tí meiri mótsigandi frágreiðing er neyvan fyrr komin í ljósmála.

Samanumtikið er frágreiðingin andsøgn úr enda í annan, har kanningarstjórin við lokabrøgdum vevur málið í ellubitar, so lesarin ikki kann gera nakrar samanumtøkur – uttan tær, sum kanningastjórin í hissini dregur undan vaðingini.

Kolldøming
Í samband við makrelfiskiskapin í 2012 fingu línuskip tillutað nøkur tons av makreli. Øllum kunnugt, so kundu línuskipini ikki fiska makrel. Tískil vóru veiðuloyvini flutt frá illa sperdu línuskipum til uppisjóvarskip, soleiðis at línureiðarar fingu nakrar krónur fyri kvoturnar.

Fiskimálaráðið brúkti § 8, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap sum heimild fyri hesi flyting av veiðuloyvum. Reglan í § 8, stk. 1 hevði áseting um, at treytin fyri at kunna flyta eitt veiðiloyvi til annað fiskifar var, at skipið sum fekk veiðiloyvi ikki hevði størri fiskiorku.

Flytingin av veiðuloyvunum frá línubátum til ídnaðarskip bleiv ruddiliga kolldømd av Løgtingsins Umboðsmanni, sum í desember 2014 kom til hesa niðurstøðu (brot):

Tað er mín fatan, at við útgangsstøði í § 8, stk. 1, 1. pkt í lógini um vinnuligan fiskiskap er einans heimild hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvi frá fiskifari á annað fiskifar uttan veiðiloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku…

Eg meti tí, at heimild ikki var hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskipini …. Eins og eg meti, at flytingin av veiðiloyvum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting.

Og Løgtingsins Umboðsmaður endar soleiðis:

”Samanumtikið fari eg at geva Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaring og viðgerð av hesum máli”.

Tásitandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, steðgaði beinanvegin øllum flytingum av veiðuloyvum frá línuskipum til ídnaðarskip.

Veiðiloyvir aftur flutt
Frágreiðingin hjá kanningarstjóranum avdúkar, at núsitandi landsstýrismaður tók uppaftur siðvenjuna, sum Løgtingsins Umboðsmaður hevði kolldømt og sum fyrrverandi landsstýrismaðurin steðgaði.

Nú vóru veiðiloyvi aftur flutt frá línuskipum til uppisjóvarskip, m.a. bleiv loyvi flutt frá línuskipinum Helenu til Slættaberg.

Av ókendari orsøk hevur kanningarstjórin aðra tulking av reglunum í § 8, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap enn Løgtingsins Umboðsmaður, har kanningarstjórin tekur frástøðu frá Løgtingsins Umboðsmanni, m.a. við hesi grundgeving (brot):

”Tann 10. desember 2014 tók Løgtingsins Umboðsmaður (LUM) avgerð í málinum viðvíkjandi klagu um sýtan av loyvi at fiska makrel (málsskjal 72). Avgerðin, sum málsviðgerðin hjá LUM snúði seg um, hevði tilknýti til eina umsókn um loyvi at fiska makrel, dagfest 7. mars 2012…

Ítøkiligu umstøðurnar í málinum, sum umboðsmaðurin viðgjørdi í tilknýti til álitið í 2014, eru sostatt ikki tær somu, sum gera seg galdandi, hvørki í sambandi við tillutan av 70.000 tonsum av svartkjafti sum felagskvota til øll fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3 í løgtingslógini, ella í sambandi við, at loyvir vórðu givin til royndarfiskiskap eftir makreli í grønlendskum sjógvi í 2016, har tað í báðum førum ikki sæst at vera lagdur dentur á, hvat tað eru fyri fiskifør, ið fiska nevndu rættindi; hvørgan skipaslag, ella hvar hesi fiskifør eru bólkað, og har man heldur ikki legði dent á, hvør reiðskapur varð brúktur at fáa veiðuna til høldar, ella onnur viðurskifti, sum kunnu verða brúkt at meta um fiskiorkuna hjá nevndu fiskiførum.

Meðan fiskiorka sostatt ikki sæst at hava verið avgerandi, tá hesi 70.000 tonsini av svartkjafti vórðu latin sum felagskvota til øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi, so er tað nærliggjandi, at hetta hevur havt týdning, tá makrelkvotan í 2012 varð tillutað ávísum skipasløgum og bólkum og við ávísum denti á veiðihættir.

Eg meti tí ikki, at tað ber til at taka støðu til, um veiðiloyvi eru flutt í ósamsvari við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014, tá fyriliggjandi mál ikki kunnu samanberast við málið, sum umboðs-maðurin viðgjørdi í tilknýti til álitið í 2014.”

Helt óskiljandi sjónarmið
Henda niðurstøða er serstakliga óskiljandi og mótsigandi. Hvat man etableraða løgfrøðin siga til slík ósamanhangandi og vøkkult sjónarmið?

At pástanda, at fiskiorka ikki skal hava verið avgerandi, tá nevndu 70.000 tons av svartkjafti vórðu útlutað er uttanumtos, tí sjálvandi skal Fiskimálaráðið eisini virða § 8, stk. 1 í samband við útlutan av heildarkvotu.

Veruleikin er, at kanningarstjórin hevur heilt aðra tulking av reglunum, sum er beinleiðis í andsøgn við niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni, tí nevnda grein í § 8, stk. 1 er sjálvandi eisini galdandi fyri flyting av veiðirættindum at fiska svartkjaft, eins væl hon er galdandi viðvíkjandi flyting av veiðurættindum at fiska makrel.

Við niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni bleiv tað staðfest at vera ólógligt at flyta veiðiloyvi frá einum línuskipi á ídnaðarskip, uttan mun til hvat fiskaslag. Slíkar flytingar vórðu eisini beinanvegin steðgaðar av fyrrverandi landsstyrismanninum.

Loyniliga uppritið
Av kanningini framgongur, at landsstýrismaðurin bað um at vera kunnaður um allar flytingar av veiðiloyvum og kanningin staðfestur eisini, at hann var alkunnaður, ikki bara gjøgnum teldupostar, sum hann sigur seg ikki hava givið sær fær um, men eisini í uppriti frá umsitingini.

Landsstýrismaðurin var sostatt neyvt kunnaður um løgfrøðiliga trupuleikan.

Í innanhýsis uppriti frá 22. oktober 2015, sum hevur verið hildið loyniligt, verður m.a. sagt soleiðis:

“Tí er eisini sannlíkt, at nýggja skipanin við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til, at vit koma í somu støðu, sum vit hava sæð í makrelinum undanfarin ár við nógvum flytingum av veiðiloyvum á onnur skip, sum eru betur egnað at fiska svartkjaft. Við øðrum orðum kann ætlaði leisturin í svartkjaftinum restina av 2015 lata upp fyri nógvum av teimum trupulleikum, vit hava sæð í makrelinum – trupulleikar, ið landsstýrismaðurin og samgongan annars siga seg vilja til lívs…

Ongar broytingar eru gjørdar í grein 8 í lógini ella í kunngerðini um fiskiorku síðani mál av slíkum slag tóku seg upp í sambandi við fiskiskapin eftir makreli. Tí er útgangsstøði, at mál um flytingar av loyvum í 2015 verða viðgjørd á sama hátt sum í makrelinum undanfarin ár. Verður svartkjaftakvota latin øllum flotanum, er grund til at halda, at sama støða við útskifting av skipum, sum í 2012 eisini umfataði línuskipini, fer at koma aftur. T.e. er at umsóknir fara at verða um, at veiðiloyvi hjá t.d. rækjuskipum, flakatrolarum, stillahavsflotanum og línuskipum kunnu verða flutt á uppsjóvarskip.”

Landsstýrismaðurin visti alt
Landsstyrismaðurin var í uppritinum beinleiðis kunnaður um, at hann kundi enda í júst somu støðu sum undanfarni landsstýrismaðurin, sum í desember 2014 fekk álvarsama átalu frá løgtingsins umboðsmanni.

Kanningarstjórin ger hesa niðurstøðu um kunningina, sum núverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum fekk (brot):

”Landsstýrismaðurin hevur, við innanhýsis uppriti, dagfest 22. oktober 2015, og aftur við teldubrævi tann 3. mai 2017, fingið eina greiða ávaring um, at ein skipan við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til flytingar av veiðiloyvum frá m.a. línuskipum til uppsjóvarskip ….

Landsstýrismaðurin sigur seg heldur ikki hava skilt tað innanhýsis uppritið, dagfest 22. oktober 2015 – (tað loyniniliga, red.) og teldubrævið tann 3. mai 2017, sum eina greiða ávaring um, at ein skipan við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til flytingar av veiðiloyvum frá m.a. línuskipum til uppsjóvarskip….”.

Undir vanligum umstøðum vildi slík greið niðurstøða verið nóg mikið til at gjørt beinan úrskurð mótvegis landsstýrismanninum – ábyrgdin var hansara einsamøll.

Landsstýrismaðurin var greitt fullvitandi um avgerðina, og hann var eisini vitandi um, at avgerðirnar vóru ólógligar. Tær vóru í stríð við § 8, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum undanfarni landsstyrismaðurin eisini fekk álvarsama átalu fyri frá Løgtingsins Umboðsmanni.

Kanningarstjórin aðra dagsskrá
Men kanningarstjórin vildi tað annarleiðis. Hon gjørdi ístaðin spurningin um ”sekur” ella “ósekur” til ein trúarspurning og kemur til hesa margháttligu niðurstøðu:

”Hóast eg sjálv meti, at talan er um eina greiða ávaring, so havi eg onga orsøk at trúgva, at landsstýrismaðurin ikki sigur sannleikan, tá hann sigur seg ikki hava skilt uppritið og teldubrævið soleiðis.”

Kanningarstjórin er eyðsýniliga ivasom um egnu niðurstøðu, og fer hon tí í kjak við seg sjálva um ikki øll henda siðvenja við flyting av loyvum frá línuskipum til ídnaðarskip kortini ikki er lóglig, hóast Løgtingsins Umboðsmaður hevði staðfest flytingarnar ólógligar.

Próvførslan hjá kanningarstjóranum er tó so torskild, at flestu munnu geva samanumtøkuni upp fyri skutil – er í roynd og veru óskiljandi.

Í samandráttinum sigur kanningarstjórin m.a. soleiðis – her eru viðmerkingar neyvan neyðugar:

”Eg eri tí komin til ta yvirskipaðu niðurstøðu, at veiðiloyvi eru flutt í ósamsvari við galdandi fiskivinnulóggávu, og at vandi eisini framhaldandi er fyri, at veiðiloyvi fara at verða flutt í ósamsvari við galdandi fiskivinnulóggávu”.

Kanningarstjórin sigur víðari:
”Hóast bæði skrivligu og munnligu frágreiðingarnar í málinum innihalda ábendingar um, at fiskiorkan hjá ídnaðarskipum/uppsjóvarskipum at fiska svartkjaft og makrel, generelt ella í øllum førum sum høvuðsregla, er størri enn fiskiorkan hjá línuskipum at fiska svartkjaft og makrel, so er tað tí ivasamt, um fiskiorka við atliti at svartkjafti og makreli, kann fáa avgerandi týdning í málunum um flyting av veiðiloyvum frá Helenu og Eysturoyingi til ávikavist Slættaberg og Næraberg.

Sum málið er upplýst fyri mær, dugi eg illa at síggja, at Vørn hevði kunnað prógvað, at viðkomandi fiskirættindi – til royndarfiskiskap eftir makreli í Grønlandi og til at fiska av felagskvotu av svartkjafti í 2017 – eru so týðandi fyri metingina av fiskiorkuni hjá viðkomandi fiskiførum, at tað kann vera sakligt at leggja dent á ein breiðari týdning av fiskiorkuhugtakinum enn tað útgangsstøðið, sum er við galdandi kunngerð og siðvenju, uttan at man frammanundan hevur kunngjørt eina generella broyting í galdandi meting og mannagongdum.

Tað er tí sera ivasamt, um avgerðirnar um at flyta hesi veiðiloyvini, tá til stykkis kemur, vóru skeivar.”

Óskiljandi og komiskt
Niðurstøðan er greitt uttanumtos. Tað er óskiljandi, hvat kanningarstjórin leggur sum grund fyri síni fatan. Í kjakinum við seg sjálva tykist hon at dylja, at reglurnar fyri verandi landsstýrismann eru effinett tær somu, sum fyri undanfarna landsstýrismann.

Tí hevur niðurstøðan um leiklutin hjá verandi landsstýrismanni fingið eina nýggja dimensjón, sum er í greiðari andsøgn við uppfatanina hjá Løgtingsins Umboðsmanni.

Kanningarstjórin sigur:
”Tá tað kemur til flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum yvir 110 tons, sum annars eru farnar fram í tíðarskeiðinum, síðani Høgni Hoydal bleiv landsstýrismaður í fiskivinnumálum, so eru eisini í hesum málunum fleiri ábendingar um, at veiðiloyvi eru flutt, hóast fiskiorkan í einum breiðari týdningi er økt”.

T.v.s., at kanningarstjórin enntá staðfestir, at landsstýrismaðurin hevur brotið ásetingina í § 8, stk. 1 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Kanningarstjórin sigur umframt, at landsstyrismaðurin hevur viðvirkað til hesar ólógligu avgerðir. Hon sigur m.a. soleiðis:

”Eg havi tí staðfest, at landsstýrismaðurin varð upplýstur um vandan og eisini hevur viðvirkað til, at veiðiloyvir kunnu verða flutt í ósamsvari við galdandi fiskivinnulóggávu. Hetta er tó bert galdandi, um sakligar orsøkir gera tað møguligt og neyðugt, at dentur verður lagdur á eina breiðari meting av kravinum um fiskiorku enn ta meting, sum higartil er brúkt í praksis. Sum nevnt, so meti eg tað tó vera ivasamt, tá til stykkis kemur, um veiðiloyvið hjá “Helenu” í 2016 og veiðiloyvini hjá “Helenu” og “Eysturoyingi” í 2017 í veruleikanum eru flutt í ósamsvari við galdandi fiskivinnulóggávu”.

Landsstýrismaðurin bað um at verða kunnaður. Tað bleiv hann eisini í ovurmát. Hetta verður eisini greitt staðfest í frágreiðingini.

Kortini segði landsstýrismaðurin fyri løgtinginum, at hann einki visti um hetta. Við øðrum orðum segði hann ósatt fyri tinginum. Hvussu kann landsstýrismaðurin so blíva fríkendur?

Og nú verða niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum nærum komiskar:

”Hóast bæði landsstýrismaðurin og aðalstjórin høvdu fingið fráboðan um, at veiðiloyvið hjá “Helenu” varð flutt til “Slættaberg” í 2016, so tykist tó greitt, at eingin av teimum tó góvu sær far um, at talan var um eina flyting frá einum línuskipi yvir 110 tons til eitt uppsjóvarskip.

Tað er heldur einki, sum bendir á, at landsstýrismaðurin visti um aktiva leiklutin hjá ráðnum í sambandi við viðgerðina av umsóknunum um flyting av veiðiloyvinum frá “Helenu” til “Slættaberg” í 2016 og frá “Helenu” og “Eysturoyingi” til “Slættaberg” og “Næraberg” í 2017, ella at landsstýrismaðurin hevði neyvari kunnleika til ta siðvenju, sum var galdandi, tá umsóknir um at flyta veiðiloyvir frá línuskipum yvir 110 tons vórðu viðgjørdar, ella um tey ivamál, sum vóru reist í ráðnum í tilknýti til álitið frá Løgtingsins Umboðsmanni í 2014.

Landsstýrismaðurin sigur seg heldur ikki hava skilt tað innanhýsis uppritið, dagfest 22. oktober 2015, og teldubrævið tann 3. mai 2017, sum eina greiða ávaring um, at ein skipan við felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi fáa rætt/loyvi at fiska av, kann elva til flytingar av veiðiloyvum frá m.a. línuskipum til uppsjóvarskip……

Hóast eg sjálv meti, at talan er um eina greiða ávaring, so havi eg onga orsøk at trúgva, at landsstýrismaðurin ikki sigur sannleikan, tá hann sigur seg ikki hava skilt uppritið og teldubrævið soleiðis.

Eg havi tí ikki mett, at tað er nakað, ið bendir á, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, beinleiðis var tilvitaður um meira enn tað, sum hann upplýsti í sínum svari til spurningin frá Jacob Vestergaard, tingmanni”.

Keine hexerei…
Við øðrum orðum staðfestur kanningarstjórin, at landsstýrismaður kann sleppa undan ábyrgd bert við siga, at hann ikki lesur teldupostar, at hann ikki gevur sær far um innihaldið og at hann ikki skilur tey upprit, sum umsitingin kemur við.

Hvar blivu klokkukláru mannagongdirnar og treytaleysa nærlagnið av?

Men sjálvsagt, maður sum ongantíð hevur gjørt og enn minni viðgingið at hava misstikið seg á 20 ára politisku starvsleiðini, sveimar sum kunnugt omanvert jarðiskum petitessum, sum eru galdandi fyri allar aðrar politiskar samstarvsfelagar.

Men at landsstyrismaðurin ikki skal hava skilt uppritið frá 22. oktober 2015 sum eina greiða ávaring, er púra ósannlíkt og heilt óskiljandi.

Uppritið viðger serstakliga álvarsligar politiskar spurningar og varð uppritið handað landsstýrismanninum júst fyri at vegleiða hann um vandan við felagskvotuni, sum fór at hava við sær umsóknir um flyting av loyvum frá línubátum til uppisjóvarskip.

Uppritið gjørdi eisini púra greitt, at løgfrøðingarnir í Fiskimálaráðnum vóru av teirri fatan, at avgerðin hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki loyvdi slíkum flytingum.

Samanumtikið eru niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum tí óskiljandi. Verður frágreiðingin standandi uttan viðmerkingar ella avleiðingar, eru lunnar lagdar undir nýggjar siðvenjur fyri politisku skipanina.

Gammeltoft
Fyri bert trimum árum síðani gjørdi eisini Gammeltoft púrasta greitt, at vantandi vitan um týdning av uppritum ikki kundi frítaka landsstýrismann ella løgmann fyri ábyrgd, og at tað tí var at rokna sum groft ósketni.

Táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum royndi seg við sjónvarmiðum um, at hann ikki hevði skilt upprit, sum vóru latin honum í hendi. Hetta bleiv ruddiliga sópað av borðinum av Gammeltoft, sum í samanumtøkuni staðfesti, at tað var ”groft ósketni” tá landsstýrismaður ikki fataði uppritini hann fekk.

Gammeltoft segði m.a. soleðis: ”Kári P. Højgaard mente selv at de nye beregninger fra Landsverk var vildledende, og at han derfor ikke skulle videregive dem. Men i undersøgelsen fastslås det at det var ”groft uagtsomt” af Kári P. Højgaard, at han ikke var klar over at hans grundlag for at anse de nye tal for vildledende ikke var holdbart.”

Alt hetta verður nú skúgvað til viks. Sanniliga nýggjar tíðir og nýggjar siðvenjur.

Task force
Undir farnu samgongu ljóðaði, at í tíðindadeildini hjá KvF var ein serdeild, sum bara skuldi viðgera valdshavararnar í Tinganesi – ein task force skipan.

Henda deild varð avtikin á heysti 2015, tá sosialistiska samgongan tók við valdinum.

Nú tað sjónliga verður góðtikið, at politiska skipanin stuðlar undir, at landsstýrisfólk kunnu smoyggja sær undan ábyrgd við páskotinum um ikki at skilja politiska handverkið, átti Kvf at tikið stig at seta task force skipanina aftur í verk.

Ella skulu vit bara góðtaka, at øll hereftir bara kunnu skáka sær undan lógini við pástandi um, ikki at hava lisið ella skilt lógina.

Kunnu øll nú sum koyra ov skjótt bara siga við politistin: ”Tað gav eg mær ikki far um, skilti ikki km-teljaran”?

Og kunnu landsstýrisfólk framyvir til givin høvi bara spæla rolluna sum dylhøvd – royna sokallaðu “idiotparagraffina” fyri at sleppa undan ábyrgdini?

Livst so spyrst.

Bjarni Djurholm

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *