Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, saman við Deng Taihua, President for Wireless Solutions hjá Huawei.
Tíðindaskriv Tíðindi Tøkni

Nú fáa føroyingar 5G

Føroya Tele og Huawei hava gjørt avtalu um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni. 5G er á veg.

Nú fáa føroyingar 5G. Verkætlanin er longu farin av bakkastokki, og í januar næsta ár fer sjálvt arbeiðið í gongd. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu føroyingar longu á sumri 2019 royna nýggju, framkomnu 5G-tøknina, ið væntandi fer at slóða fyri kollveltandi møguleikum í framtíðini.

Sum føroyski televeitarin er tað uppgávan hjá Føroya Tele at varðveita Føroyar á ovastu rók, tá tað umræður samskiftistøkni, staðfestir Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

– Okkara aðalmál er at ganga á odda í føroyska framburðinum. Við landsdekkandi 4G LTE-netinum, ið varð liðugt útbygt í 2016, løgdu vit lunnar undir framburðin. Í 2017 og 2018 varð 4.5G tøkni sett í verk, og nú taka vit eitt risafet inn í framtíðina. 5G verður sett í verk, og Føroyar verða millum tey fyrstu í heiminum, ið fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøknini, sigur samtaksstjórin.

Framtíðin er her
5G verður mett at verða grundarlagið undir framtíðar talgilda samfelagnum. Tøknilig menning og altjóða stórrák hava við sær, at alt fleiri tól verða knýtt at internetinum.

Farnetið er ein týdningarmikil partur av tí talgilda samfelagnum, sum vit alsamt flyta okkum longur inn í. Internet of Things, sum á føroyskum verður rópt Tólnet, er bara á byrjunarstøði enn, og tí kann væntast, at farnetið verður ein uppaftur størri partur av gerandisdegnum hjá flest øllum føroyingum, jú longri vit koma inn í framtíðina.

– So hvørt sum tøknilig framstig gerast veruleiki, má farnetið fylgja við. Tað ger farnetið hjá Føroya Tele eisini og við 5G slóða vit fyri, at kundin trygt kann flyta seg inn í framtíðina, staðfestir Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.