Fiskivinna Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Nótaskip: Drena kapital úr fiskivinnusamfeløgunum í útjaðaranum í landskassan.

Hatta havi eg skrivað um í áravís, at Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen hava flutt 100tals milliónir frá útjaðarnum til ein tómt hol í Tóshavn og nú er sjón fyri søgn, les tíðindaskrivi frá Nótaskipum her:

Sambært in.fo skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, á fundi í Havn um vikuskiftið hava sagt, at hald er ikki í afturvendandi páhaldinum um, at verandi samgonga hevur drenað allar pengar burtur úr vinnuni, so hon ikki hevur ráð at endurnýggja seg.

Víðari verður hann endurgivin fyri at siga, at alivinnan og uppisjóvarvinnan í 2016 og 2017 hava havt 3,3 mia. kr. í avlopi.

Tað er nokk so smart at taka alivinnuna og uppisjóvarvinnuna undir einum, tí so verður tað fjalt, hvussu verandi samgongan eftir øllum at døma hevur sett sær fyri at drena allan kapital úr fiskivinnuni á sjónum, og at drena kapital úr fiskivinnusamfeløgunum í útjaðaranum í landskassan.

Sambært eini roknskapargreining hjá grannskoðarafelagnum Januar høvdu uppisjóvarskipini 187 mió. kr. í avlopi í 2017. Tað var helvtin av avlopinum í 2016. Sambært eini uppgerð hjá Taks og Gjaldstovuni rindaði fiskivinnan 381 mió. kr. í skattum og avgjøldum í 2017.

Úrslitið hjá uppisjóvarreiðaríunum verður enn lakari í 2018, tí makrelkvotan hjá skipunum er minkað við einum triðingi. Og tað fer at ganga sama veg í 2019. Eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 skal fiskivinnan eftir ætlan gjalda 63 mió. kr. meira í veiðigjaldi. Alivinnan skal eftir ætlan gjalda 4 mió. kr. meira í tøkugjaldi. Í 2019 má harumframt roknast við, at tað eisini hetta árið verður ein munandi lækking í føroysku makrelkvotuni. So úrslitið hjá uppisjóvarvinnuni í 2019 verður munandi lakari enn tær 187 mió. kr., sum tað var í 2017.

Venda vit aftur til tær 3,3 milliardirnar hjá løgmanni, so vísir roknskapargreiningin hjá Januar, at uppisjóvarreiðaríini høvdu 564 mió. kr. í avlopi í 2016 og 2017. Løgmaður hevur fingið tølini frá Vinnumálaráðnum, so vit mugu rokna við, at tey eru røtt. Tey vísa eftir hesum, at alivinnan hevði 2,7 mia. kr. í avlopi somu árini. Og ein leyslig meting vísir, at avlopið í ár fer at verða umleið 1,5 mia. Tað framgongdur ikki av greinini á in.fo, um uppisjóvarvirkini eru við í roknistykkinum. Tey høvdu leysliga mett havt eitt avlop upp á umleið 125 mió. kr.í 2016 og 2017, um Varðin Pelagic hevði havt eitt vanligt rakstrarár í 2017.

Tølini vísa bara veruleikan. Alivinnan ger íløgur, so tað stendur eftir. Fiskivinnan á sjónum ger ongar íløgur. Støðan hjá uppisjóvarflotanum er nú tann sama sum hjá heimaflotanum. Tað einasta sum hendir, er, at skipini verða eitt ár eldri hvørt ár. Og her eru avgjørt ongi útlit fyri at endurnýggja flotan.

Kelda: www.notaskip.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.