Merkisdagar Tíðindaskriv Tíðindi

Norðurlendskur skjalasavnsdagur – ”Opið hús” á Tjóðskjalasavninum

Tvær ferðir so nógvir menn sum kvinnur doyðu Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag. Umfarssóttir kunnu raka meint. Á sumri í 1846 herjaði meslingalandfarsótt í Føroyum. Hon kravdi 122 mannalív.

29. mars 1846 kemur Holm snikkari til Føroya við skonnartini Havfruen. Hann hevur fepur, men læknin metir, at talan er um giktfepur, og tí verður hann ikki avbyrgdur.

Seinni verður staðfest, at hann hevur meslingar, men tá er ov seint. Meslingar smitta sera illa, og teir hava ikki verið í Føroyum síðan 1781. Fá hava tí andevni ímóti smittuni, tískil verða 6000, av á leið 7.800 føroyingum, smittaðir. Tveir læknar, P. L. Panum og A. H. Manicus, verða sendir til Føroya at hjálpa av Christian 8., tí støðan er álvarslig.

Av teimum 6000 fólkunum doyðu, sambært føroysku kirkjubókunum, í minsta lagi 122 fólk frá 2. mai til 1. oktober, av meslingum ella fylgisjúkum hjá meslingum – 50 menn og 72 kvinnur. Í Norðoya Prestagjaldi doyðu tvær ferðir so nógvir menn sum kvinnur av meslingum – 18 menn og 9 kvinnur. Tann fyrsti, sum doyði, var tó ikki komin til mans. Tað var 3 mánaðar gamli Joen Svend Joensen úr Svínoy.

“Umfarssóttir í 1800-talinum” – áhugaverdar framløgur á Skjalasavnsdegnum

Elin Súsanna Jacobsen, fyrrverandi lektari í Søgu á Fróðskaparsetri Føroya, innleiðir við framløguni “Umfarssóttir í 1800-talinum”. Síðani er tað Ole Wich, M.A. í Søgu, sum fer at hava framløgu undir heitinum “En reprimande til lægen Napoleon Nolsøe – … idet han nemlig foretrak sit eget formentlige Tarv fremfor sine betrængte Landsmænds Bedste”.

Fyrilestrarnir verða í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V.U.Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn, leygardagin 10. november klokkan 15.

Leygardagin, 10. november, er 16. ferð at skipað verður fyri Skjalasavnsdegi (Arkivernes dag). Høvið verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu okkara í V.U.Hammershaimbsgøtu 11 í Tórshavn (á Debesartrøð) millum kl. 14-17. Vanliga eru tað bert starvsfólk á Tjóðskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.