Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindaskriv Tíðindi

Norðurjól 2018 verður hildið í Spinnarínum 8. og 9. desember

Norðurjól er tiltak, har jólahugnin verður sogin inn undir húðina saman við anganum av brendum mandlum og einum heitum munni í desember kuldanum.

Tiltakið verður hildið innandurað, har smáar búðir við sniðgevum og heimabundnum føroyskum vørum, gávulutum og nógv annað gott er til sølu.

Eisini verða fleiri spennandi kappingar, heitur matur, gløgg, kleynur og vaflur til sølu. Jólamaðurin vitjar, kórsangur er á skránni, og eisini verður felagssangur og livandi tónleikur.

Norðurjól skapa ein heilt serstakan jóladám. Og sama hvør tú ert, so fert tú óivað avstað við jólatónum í høvdinum og jólahýri í huganum.

Norðurjól var á fyrsta sinnið hildið í 2015, og tað er Norðoya Kunningarstova, sum samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu.

Køkuhúsakapping fyri øll!

Ger eitt køkuhús og pynta tað við glasuri, bomm o.ø., og vís tað fram á Norðurjólum, sum verður hildið á Spinnarínum 8. – 9. desember 2018. Atkvøtt verður um flottastu køkuhúsini, og vinnararnir fáa ein lekkran vinning.

Sum nakað nýtt verður í ár kappast í tveimum bólkum:

Aldursbólkur 0-12 ár

Aldursbólkur 13 ár +

Tú kanst gera køkuhúsið einsamøll/mallur, og tú kanst eisini gera køkuhúsið saman við øðrum. Einasta treyt er, at øll, sum gera køkuhúsið saman, eru í sama aldursbólki.

Seinasta freist at lata køkuhúsið inn til kappingina er 7. des. Kl. 18 á Spinnarínum.

Atkvøtt verður um ársins køkuhús í hvørjum bólki, og vinnararnir verða avdúkaðir sunnudagin 9. desember 2018 kl. 16.30 á Spinnarínum.

Vinningurin til aldursbólk 0-12 ár: Lekkur kurv og gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag upp á 1000 kr.

Vinningurin til aldursbólk 13 ár +: Lekkur kurv og gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag upp á 2000 kr.

Betri letur vinningarnar.

Luttøkukrøv:

Húsini skulu byggjast við køkudeiggi.
Aldurbólkarnir skulu virðast

Tilmelding:

Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 3. desember og skal stílast til Norðoya Kunningarstovu á whatson@klaksvik.fo

www.visitnordoy.fo

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *