Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi

Norðsøki hevði eisini ein góðan túr norðan fyri

Norðsøki landaði til Eiðis Havn kl. 13:30 ígjár og høvdu teir eisini havt ein góðan túr norðan fyri.

Teir høvdu 11.680 pund, 3.600 pund toskur, 8000 pund hýsa og 80 pund havtaska.

Veiðan bleivn boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar og landa bleiv til Eiðis Havn.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.