LØGTINGIд19 Politikkur

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur bert stilla eitt valevni upp til Løtingsvalið

Tað sær soleiðis út, at Norðoya Tjóðveldisfelag bara stillar eitt valevni upp til Løgtingsvalið 2019 og tað er Kringvarpskvinnan Beinta Løwe úr Tórshavn og tískil er sannlíkt at Óluva Klettskarð er vrakað til hetta Løgtingsvalið, nú Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt 3. uppstillingarfundin.

Hetta skrivar Norðoya Tjóðveldisfelag á teirra heimasíðu:

BEINTA LØWE STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI
– Føroyar skulu vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má bera til at liva av einari vanligari løn, sigur Beinta Løwe, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.

Seinastu árini eru vit blivin fleiri, ríkari og fjølbroyttari. Tað gongur sera væl í Føroyum, og tann vælferðin skal merkjast hjá tí vanliga fólkinum. Tí Føroyar mugu vera eitt stað, har tað ber til at liva av tínari løn – sama um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur ella flakakvinna. Øll fólk skulu merkja, at tað gongur væl í Føroyum, sigur Beinta Løwe.

– Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, fyri at gera mun fyri vanlig fólk, sigur Beinta Løwe.

Norðoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Beintu Løwe upp til løgtingsvalið komandi. Beinta Løwe er úr Klaksvík, er 44 ára gomul, útbúgvin journalistur og er undirvísari og fríyrkisjournalistur.

Sindur løgið, at bert eitt valevni verður uppstilla í Norðoyggjum hjá Tjóðveldinum og valevni er frá Tórshavn, men kanska tey ikki eru liðug við uppstillingina enn? men sum sagt, so var 3. uppstillingarfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag í miðstovuni í gjárskvøldið og einasta tey skriva á heimasíðuni er um Beintu Løwe, klikk link her: “Norðoya Tjóðveldisfelag”.

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *