Ítrottur Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Nógvir mátar at vinna eitt val uppá, her ein av teimum “Grundstykkini á Fossum tøk í 2017”

Tað er bara at lova alt í millum himmal og jørð áðrenn valið og so gera nakað heilt annað aftaná valið.

Kristian Eli Zachariasen frá Nýtt Sjálvstýri er ein av teimum, hann lovaði alt ímillum himmal og jørð áðrenn valið og eitt av hansara vallyftum var, at grundstykkini á Fossum, skuldu standa tøk í 2017 og nú skrivað vit skjótt 2019.

Her nøkur útklipt frá greinini hjá Kristian Eli Zachariasen býráðslimi tann 21. september 2016 á heimasíðuni hjá Nýtt Sjálvstýrinum

Grundstykkini á Fossum tøk í 2017

Vit framskunda ætlanina til 2017

Tað er stórur gravgangur eftir at seta búgv í Klaksvík. Um vit leita ígjøgnum heimasíðurnar hjá teimum ymisku húsameklarunum, síggja vit nærum ongin hús á sølulistanum, ið eru í Klaksvík.

Ikki neyðugt við lántøku – kommunan megnar at fíggja ætlanina

Kommunan hevur fleiri stórar verkætlanir í gongd í løtuni, ið verða fíggjaðar uttan lántøku. Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av tøka peninginum á íløgusíðuni fer til hesar ætlanirnar.

Skulu vit tryggja vøksturin og eitt fjøllbroytt úrval av grundstykkjum og íbúðum, er tað alneyðugt, at vit sum kommuna fara undir verkætlanina í 2017!

Her síggja tit alla greinina, sum bleiv almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Nýtt Sjálvstýrið tann 21. september 2016, klikk her “Grundstykkini á Fossum tøk 2017”

Her er bara eitt vallyftið sum Nýtt Sjálvstýri ikki hevur klára at hildu. Hvat lovaðu teir Klaksvíkar Róðrarfelag? veit nakar?, var tað ikki ein nýtt Kappróðrarneyst, áðrenn tað gamla bleiv rivið niður? Nú ljóðar, at kappróðrarneystið verður rivið niður og KRF sleppur at leiga seg inn í onkur hølir í Klaksvík…….kann tað passað?

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *