Gongdin i føroysku uppisjóvarkvotunum 2008-2018
Fiskivinna Tíðindi Vinna

Nógv minni makrelur vestanfyri

Havstovurnar í Føroyum, Noregi og Íslandi hava í dag kunngjørt úrslitið av yvirlits trolingunum í summar.

Allir tríggir stovnarnir eru í minking í mun til úrslitið av kanningunum í fjør. Kanningarnar vísa, at stovnurin av norðhavssild er 24% minni í vekt í ár í mun til í fjør. Mest var at síggja av sild í økinum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan og norðanfyri Ísland.

Í kanningunum í ár verður stovnurin av svartkjafti mettur at verða 11% minni enn fyri einum ári síðan. Svartkjafturin var at síggja í so at siga øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økinum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland.

Størsta afturgongdin er í stovninum av makreli. Mett verður, at stovnurin er 40% minni enn fyri einum ári síðan, og 30% minni enn meðal seinastu fimm árini. Í tali er minkingin 30%, og sostatt er meðalvektin minni.

Granskararnir meta, at nógv tann størsta minkingin í makrelstovninum er vestanfyri í íslendskum og grønlendskum sjógv. Har verður mett, at minkingin er 76% sammett við 2017 kanningarnar. Á leiðunum eystanfyri og í ein landnyrðing er afturgongdin 21%.

Hitaviðurskiftini í sjónum verða eisini kannað. Úrslitið vísir, at uppi í sjónum sunnan fyri og vestan fyri Ísland var hitin 1-2 stig minni enn meðal seinastu 20 árini. Í stórum pørtum av Norðhavinum var hitin um meðal. Granskararnir halda, at hitin í sjónum kann vera orsøkin til, at størsta minkingin í makrelstovninum er á teimum vestaru leiðunum.

Hóast kanningarnar vísa, at samlaða vektin í øllum trimum stovnunum er munandi minni í ár, er tó ikki vist, at minkingin í kvotunum verður líka so stór, tí fleiri onnur viðurskifti verða tikin við í útrokningarnar. Millum annað ávirka eggteljingarnar sunnanfyri og tilgongdin til stovnarnar.

Stovnsmetingarnar og tilmælini frá ICES um heildarveiðuna næsta ár verða kunngjørd tann 28. september. Strandalondini fara at viðgera tilmælini á fundi í London í døgunum frá 8. til 12. oktober.

Hóast útlit er fyri, at allar kvoturnar verða minni í 2019, so skal havast í huga, at føroysku kvoturnar av uppisjóvarfiski eru munandi hækkaðar seinastu árini. Nú ongin strandalandaavtala er um hvørki norðhavssild ella svartkjaft, seta londini sær hægri kvotur, og mett verður, at hesir báðir stovnarnir verða yvirfiskaðir við 25% í um til tilmælini hjá ICES.

Í fimm-ára makrelavtaluni við ES og Noreg, sum gongur út á nýggjárinum, fingu Føroyar góð 7% meira í sín part. Kvotan, sum Føroyar hava sett sær av norðhavssild er góð 14% hægri enn tað, sum vit áttu í gamla býtinum, meðan svartkjaftakvotan er sett góð 11% hægri.

Kelda: Nótaskip

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *